16. apr, 2018

Gud vil ganga frammanundan og leiða okkum

Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær. (5. Mós. 31, 6)

Her er í veruleikanum eitt gott lyfti, sum Móses gevur til tað Íaraelska fólki, tá tey standa á gáttuni til tað lovaða landi.

Fólki í landinum vildu á ongan hátt standa tilreiðar, og bjóða teimum vælkomin, mótsett vildu tey stríðast ímóti einum og hvørjum, sum gjørdu eina roynd, at seta fótin inn í landi teirra.

Men Ísralittarnir høvdu fingið eitt lyfti frá Gudi gjøgnum Móses, og tað lyfti sigur jú alt: At tey skuldu verðahugreyst og sterk,og at Gud sjálvur, skaparin Himmal og jørð, vil ganga undan teimum, og hann vildi ikki  teimum og ikki fara frá teimum.

Við tí undurfullu  drívmegi sum Josva hevði fingið, so skulu ísralittarnir ikki blíva til skammar. Tey fingu alt landið, eins og Gud hevði sagt: “tit skulu taka teirra land til ognar”, tí at, har Gud setur sín fót, har má alt annað boyggja seg.

Sama lyfti er givið okkum. Vit kunnu eisini blíva freista til, at fyllast av mótloysi, tá vit hugsa um tað land umráði, sum vit hava mist, og tey, sum skulu takast.

Fíggindin kann seta forðingar í verk fyri okkum, men tá eiga vit at fylla okkum við Guds lyftum og “taka landið”. Vit vilja ásanna, at Gud kann broyta viðurskifi, ein og vit venda hondini.

Lyftir Guds eiga at fylla okkum við trúgv. Ein góð leiðbeining er at finna í “Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.”

Vit eiga at fegnast og lovsyngja, tí at Gud í sínum stóra kærleika hevur givið okkum – sítt fólk, og eina ørgrynnu av lyftum. “Tann, ið ofrar tøkk, ærir Meg, og tann, ið aktar eftir leiðini, lati Eg síggja frelsu Guds." (Sl. 50, 23)

Trúgv flytur fjøll sigur Jesus. Og tað er so. Trúgvin førkar Guds hond. Lat okkum í dag trúgva hesum lyftum fyri okkara fosturland, fyri okkum sjálv og okkara kæru.