20. apr, 2018

Vón fyri framtíðina – hóast mótgongd

So sigur HARRIN: Halt uppat við gráti tínum, og lat ikki eygu tíni fella tár longur! Tú skalt fáa løn fyri arbeiði títt - sigur HARRIN - og tey skulu koma heimaftur úr fíggindalandinum. Ja, vón er um framtíð tína, - sigur HARRIN - og børnini skulu koma heimaftur til land sítt. (Jer. 31, 16 – 17)

Gud gleðist, tá vit tæna honum. Hann er eisini vitandi um, at vit, tænarar hansara, eru mitt í einum ógudiligum heimi – og áhaldandi hava brúk fyri hansara uggan.

Jeramia er úti fyri nógvari mótgangi. Í einum tíðarskeiði er hann ikki glaður fyri, at vera á lívið, tí hvalirnar við at vera í Guds víngarði, sýnist trong og gleðileys.

“Tí hvørja ferð eg tali, noyðist eg at rópa; undan yvirgangi og kúgan rópi eg; ja, orð HARRANS er vorðið mær til háð og spott líðilangan dagin. Men táið eg segði: "Eg skal ikki hugsa um Hann og ikki tala uppaftur í navni Hansara!" tá varð tað í hjarta mínum sum brennandi eldur, innibyrgdur í beinum mínum; eg royndi at halda tað út, men var ikki mentur. Tí eg hoyrdi mong baktala meg, ræðslu frá øllum síðum: "Klagið hann! Vit skulu klaga hann!" Allir teir, sum eg livdi í friði við, lúrdu eftir, um eg mundi fara at falla; teir søgdu: "Kanska hann letur seg lokka, so vit fáa vald á honum og fáa hevnt okkum á hann!" (Jer. 20, 8 – 10)

Hóast sínar kvalir – so er Jeramia ein sannur boðberi hjá Gudi. Hann sær ógudeligheitina sóla klárt og ávarar aftur og aftur sínar samborgarar, at teir ganga á glatanarvegum, um teir ikki venda um til Gud. Ein ávaring frá hansara síðu er millum annað:  “Land, land, land! Hoyr orð HARRANS!” (Jer. 22, 29) Hesi somu orð kundu eins væl verði rópt hart út í okkara landið í dag.

Jeramia má tola mangt og mikið. Hann blívur sagdur ímóti, settur í fongsul – og ikki nokk við tað, tí eisini blívur hann kastaður niður í ein brunn, har hann stendur í evju til hálsin. Hóast ómetaligan mótgang, so er Jeramias líðin móti Gudi – og ber alla tíðina ein reinan og greiðan boðskap sum hann fær frá Gudi. Ja, sjálvt í fongslinum fær hann boðskap frá Gudi – sum hetta: “So sigur HARRIN, Hann, ið útinnir verk Sítt, HARRIN, sum upphugsar tað og eisini fullførir tað - Hann, ið eitur HARRIN - Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki!” (Jer. 33, 2 – 3)

Gud gevur eisini Jeramia uppbyggjandi boðskap eins og hendan: “Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum - sigur HARRIN - friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón. Tit skulu ákalla Meg og fara og biðja til Mín, og Eg skal hoyra tykkum. Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg - táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara. Eg skal lata tykkum finna Meg - sigur HARRIN - Eg skal venda lagnu tykkara:” (Jer. 29, 11 – 14)

Lat tað, sum bleiv nevnt omanfyri verða tín uggan í dag. Tað eru allar góðar grundir fyri tí, tí hygg uppá Jesus og ljóma av gleði, um enn – kanska – gjøgnum tár.