12. maj, 2018

Kvinnan sum tænti Jesus

...og ein kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum. (Luk. 10, 38)

Vit hava vist mangan umtala Martu á ein skeivan hátt. Tá vit hava tosa um hana, so er tað serliga tað einu ferðina, tá hon var so upptikin av, at syrgja fyri Jesusi, at hon hevði ikki stundir til eina andakts løtu við hansara føtur.

Men myndin av Martu í Bíbliuni, er meira litríkt enn tann eina frásøgnin, tá hon opnaði sítt heim fyri Jesusi og hansara lærusveinum og syrgdi fyri at teir fingu at eta og drekka. Marta verður umtala sum gestablíð. Vegurin frá Jeriko til Jerusalem var ringur at ganga, har vóru nógvar gjáir og oyðimørk, so fylgið trongdi til hvílu. So vit kunnu vera vís í tí eina, at teir vóru glaðir fyri, at møta eini kvinnu sum Martu, sum vísti teimum umsorg og gav teimum mat.

Marta hevði eisini eina stóra trúgv á Jesus. Tað vísti hon, tá bróðir hennara Lazarus doyði. Og Marta rópti á systur sína Mariu at koma til Jesus: "Meistarin er her og vil finna teg!" (Jóhs. 11, 28) Tað er týðuligt, at tað ikki bert er í tí ytra, at Maria tænir Jesusi. Hennara íðinskapur hevði sín uppruna í kærleikanum til Jesus.

Kanska líkna vit Martu í at vera virkin og virkisfús av lindi. Onnur kunnu líta á teg, tá brúk er fyri tær. Tú opnar heim títt. Tú tekur tær av teimum, sum koma á gátt hjá tær. Tú sært tey tímiligu viðurskiftini – og ger nakað við tað. Takka Gudi fyri tað alt samalt, tí tað er ein Guds gáva.

Jesus vísti á við lívi sínum, at hann hevði umsorgan fyri øllum menniskjanum. Hann hevur jú mynda alt menniskja! Kærleiki, umsorgan og hjálp hevur ikki bert nakran týdning á tí andaliga økinum. Sjálv tað, at geva næsta sínum eitt glas av vatni, so fylgir vælsignilsi við.

Samstundis mugu vit ansa eftir. Ikki minst tey, sum eru virkin av natúr, hava brúk fyri eini áminning um, at finna hvílu við Jesus føtur, fyri at fáa eina andakt og kvirru – eins og Maria, sum sat við Jesus føtur fyri at hoyra orð hansara.

Jesus sigur: "Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin." (Luk. 10, 41 – 42)

Hav eitt í huga tínum, at sjálvt Jesus trongdi til skáa, hvíld og kvirru. So hava  vit eisini brúk fyri tí!