14. maj, 2018

At lata seg fylla av Andanum

Drekkið tykkum ikki drukkin av víni - í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum. (Ef. 5, 18)

Eisini kristin menniskju verða merkt av teirra umhvørvi. Í Efesus - og fleiri aðrastaðni tá – var drukkið nógv og tað hevði nógvar trupulleikar við sær. Paulus leggur teimum kristnu eina við, ikki at drekka seg fullan, tí tað førir ólevnað við sær. Hendan áminning hevur ikki mist sín boðskap.

Sum kristin eiga vit ikki at fylla okkum við rúsevnum, sum gera, at vit missa tamarhaldi á okkum sjálvum. Harafturímóti skulu vit fylla okkum av Guds Heilaga Anda, og lata hann fáa viðurskiftini í ordan við lívið okkara. Tað vil geva okkum eina ektaða og varandi gleði.

Øllum, sum hoyra Kristusi til, hava Anda Guds í sær. Tað er eingin, sum hevur meira Anda enn ein annar. Tað hevur Paulus greitt okkum frá í fyrsta kapitli í Efesusbrævinum v/13 “í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var.” Tað vil siga, at vit eiga at lata hann fáa ávirkan á lív okkara. Lat hann taka avgerðirnar, so vit kunnu rætta okkum eftir honum.

Ein skal hava málborið seg á hendan hátt: “spurningurin er ikki, um vit hava Andan, men um Andin hevur okkum!”

At lata seg fylla av Andanum, er at lesa og hoyra Guds orð, tí Orði er Andans amboð. Men tað er ikki bert at hoyra orði. Tað er eisini at rætta seg eftir tí.

At lata seg fylla av Andanum er at vera lýðin móti Andanum, sum hevur sett búgv í okkum. Tá Andin ítøkiliga sigur okkum frá synd, so skulu vit geva honum rætt og biðja Gud um fyrigeving. Tí Andin vil eisini siga okkum frá um tað rættvísi, sum Jesus hevur vunnið fyri okkum.

At lata seg fylla av Andanum er at gera tað, sum hann minnir okkum á. Til dømis, at vitja ein ella annan, sum er aleina(ður), ella at biðja fyri einum, sum hevur tað tungt, ella at siga ja til eina tænastu í Guds ríkis arbeiði.

Vit mugu ikki gevast við at biðja: Og at Harri má fylla okkum við Anda sínum. Tað undurfulla er, at Gud vil hoyra okkara bøn, og fylla okkara lív við lovsangi.