14. maj, 2018

Týdningur av at fylgjast við Jesusi

Táið teir sóu, hvussu hugreystir Pætur og Jóhannes vóru, og dugdu at síggja, at teir vóru ólærdir og leikir menn, undraðust teir. Teir kendu teir aftur, at teir høvdu verið við Jesusi. (Aps. 4, 13)

Hvør uppruna keldan er til gleðina og frímóðið hoyra vit ikki um her. Teir tveir ápostlarnir, Pætur og Jóhannes, høvdu haft nógva mótgongd og trupulleikar í lívinum, tí teir játtaðu Jesus sum teirra Harra og Frelsara. Men hóast mótgongd, so kundu teir ikki lata vera við at siga frá tí, sum teir høvdi sæð og uppliva saman við Jesusi. Um teir kann sanniliga sigast, at muður teirra kundi ikki tiga um tað, sum hjarta var fult av. Hvat var loyndardómurin? Jú, teir høvdu veri saman við Jesusi. Møti við heimsins Frelsara hevði fingið avgerandi týdning fyri lív teirra.

Tað, sum teir høvdu tikið ímóti hjá Jesusi, tað kundu teir ikki halda fyri seg sjálvan. Og hvat var so tað størsta og besta, teir høvdu møtt hjá Jesus? Jú, Jesus hevði onki minni enn gjørt teirra viðurskiftir við Gud í ordan. Var tað nú soleiðis, at teir nú vóru lærusveinar uttan feilir? Nei, hoyr bert hvat Jesus hevði sagt vit teir, tað síðsta kvøldi, áðrenn hann skuldi doyggja: “ Tit eru longu reinir - við orðinum, ið Eg havi talað til tykkara.” (Jóhs. 15, 3) Reinir, grunda á Orði frá Jesusi! Tað var loyndardómurin og keldan til teirra gleði. Her er keldan til alla sanna gleði í tínum kristna lívið.

Tú fært eisini loyvi til, at vera saman við Jesusi í dag. Við at lesa í Bíbliuni hoyrir tú Jesus sjálvan tala til tín. Og gjøgnum bønina í Jesu navni mást tú koma til Gud og siga honum alt, sum hendir í lívi tínum. Stórt ríkidømi og stór gleði!