15. maj, 2018

Tænandi Evangelium

Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika...(Ef. 4, 16)

Í eini kristnari samkomu hava øll fingið – ella fleiri – náðigávur, sum vit skulu brúka til, at tæna hvørjum øðrum við, so at likam Kristusar kann byggjast upp – bæði innan við skyn á seg sjálvan í kærleika og uttan í mongd.

Nú kann tað ljóða beinleiðis, sum, um ein stór nýggj byrða verður løgd omaná okkara herðar. Hvussu og á hvønn hátt skulu vit verða før fyri at loysa hesa uppgávu?

Tað er kortini at venda tí heila á høvdi. Tað er ikki uttan grund, at onkur hevur kalla Bíbliunar læru um náðigávurnar fyri tað tænandi Evangelium. Tað handlar ikki júst um, at vit samla okkum saman til at gera nakað. Tað handlar um, hvat tann tríeinigi Gud vil gera gjøgnum okkum sum eru hansara arbeiðsfólk.

Hvør einkultur má “hjálpa til við tí megi hann hevur fingið tilmált”, men loyndardómurin í øllum andaligum arbeiði er, at tað hendir í “samsvari við Kristus”. Tað er bert grunda á Hann, at hansara likam verður samla. Hann gevur okkum sína útbúgving við sínum Anda, so at vit kunnu gera hansara gerning.

Guds nýtiliga amboð er merkt av tveimum: “Tey eru tilreiðar fyri Hann, og tey liva út frá Kristus”. Tað vil so siga, at tað avgerandi fyri tey ikki er, at tey kunnu síggja, at teirra tænasta eydnast. Tað avgerandi er og blívur bert, hvat Jesus hevur gjørt fyri tey.

At liva “út frá Kristus” er at liva saman við honum í felagsskapi í samkomuni, hvat har er at fáa og geva. Tað er: “Hann, sum nú gevur tykkum Andan...(Gal. 3, 5)