20. maj, 2018

At ganga í Harrans sannleika

Lær meg veg Tín, HARRI! Eg vil liva í sannleika Tínum; gev mær heilt hjarta til at óttast navn Títt! (Sl. 86, 11)

Fyri at kunna ganga í Harrans sannleika, so mugu vit fyrst av øllum læra okkum, at óttast navn hansara. Men orði ”óttast” meinast ikki við, at vit skulu verða bangin fyri navninum, men at trúgva á Harrans navn, tilbiðja og æra tað. Vit mugu kenna Harran, áður enn hann kann læra okkum veg sín at kenna. 

Gud hevur lagt eina ætlan, og ein veg fyri lív okkum. Hann ynskir, at lív okkara má eydnast og blíva eitt fruktabart lív – blíva til vælsignilsi og gleði, bæði fyri okkum sjálv og onnur.

At vera í Harrans sannleika vil siga, at vit ganga í hansara fótasporum og fylgja Kristusi í tí dagliga lívinum. Trúarlívið má verða eitt lív í lýdni sum hansara sendiboð. Og eru vit ikki før fyri at síggja, hvagar vegurin førir til, so hava vit – eins og Dávid  - loyvi til at biðja: “Lær meg veg Tín, HARRI!” – ella sum tað stendur í sanginum: “Lær meg at kenna tín veg, og ganga hann hugagóður fet fyri fet.” Og Harrin vil fegin læra okkum um veg sín.

Guds sonur bleiv menniskja, og gekk millum menniskju, fyri at vera ein fyrimynd fyri okkum, eitt livandi fyridømi um eitt undurfagurt og heilagt lív. Hygg upp á Hann! Og fylg Honum! Brøðrasamkoman nýtur hesi merkisorð: “Lambið hevur sigra, lat okkum fylgja tí.”

Okkara gongd má hvønn dag verða, ein gongd við Jesusi. Vit mugu til eina og hvørja tíð hava hann í okkara hjarta og hugsan, tá vit arbeiða, og tá vit hava frí, í gleði og í sorg, í viðgongd og mótgongd. Tá vil hann ganga saman við okkum. Tá koma vit til at uppliva, hvussu stórt tað er, at hava Jesus sum sín hjálpara og bjargingarmann. Tí Hann vil føra okkum heim í tað Himmalsku dýrdina.