1. jun, 2018

Nýggj vón og nýtt mót

HARRIN er ljós mítt og frelsa mín - hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt - hvønn skal eg ræðast. (Sl. 27)

Ein megnaður sálmur av Dávidi, og gott uppsettur og serliga viðkomandi fyri ein og hvønn, sum treingir til nýggja vón og nýtt mót. Ja, og hvør ger ikki tað?

Longu tá sálmurin byrjar blívur vónin birt, tí hann leggur dent á Gud og tann ótta, sum er grund fyri tí nógva vónloysi og vantrúgv, sum er í okkaum.

Dávid setur tað greitt upp. Gud er almáttugur og er verja fyri lív okkara, og av somu grund hava vit ongan grund til, at óttast nakað. Í teimum báðum næstu ørindunum eru tað viðurskifti, sum vit kunnu koma í, ið blíva viðgjørd.

Sjálvt um ein heilur herur kringsetur okkum – og kríggj brestur á ímóti okkum, so skulu vit ikki missa móti, men mótsett kenna okkum trygg – og hvíla í tí, tí Gud er tann einaráðandi yvirvøld. “Og nú skal høvur mítt lyfta seg upp yvir fíggindar mínar”, sigu Dávid framhaldandi.

Tá Gud er ”ljós mítt og frelsa” tá kunnu vit við frímóðið lyfta høvur várt. Hann ynskir ikki, at vit skulu ganga og bína, tí tá blívur tað neiliga økt. Vit skulu lyfta okkara høvd uppum okkara fíggindar (sjúkur, vantrúgv, mótloysi, órógv og ótta o.m.a.) og siga tað, sum Skriftin sigur: Jesus er mín hirði, Jesus er mín sterki endurloysari, Jesus er mín vinur, Jesus er mín kongur, Jesus er við mær, Jesus er mín miskunnsami trúfasti høvuðsprestur, Jesus er mín klettur, Jesus er mín borg, Jesus er mín styrki, Jesus er mín sigur...

Í ørindinum 11, biður Dávid inniliga: “Lær meg veg Tín, HARRI, leið meg eftir hini sløttu gøtu, fyri teirra skuld, ið lúra eftir mær!”  Tað er ein bøn, sum vit øll kunnu og skulu biðja, so Guds vegur blívur okkara vegur og hansara ætlan okkara ætlan. Vit eru sera góð til at fara uppum, har garðurin er lagst, tí okkara sjálsvmenska og hugur til hugna mangan vísir ein annan veg.

Til seinast hevur Dávid eina viðkomandi áheitan til okkara um, at bíða eftir Harranum og ikki fara til gongu fyrrenn Gud sjálvur grípur inn. Má orði “tolsemi” seta dám á okkara viðurskifti við Gud, so at vit við toli bíða eftir Guds tíma.”Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM!” (Sl. 27, 14)

At læra, at verða tolin er ikki lætt, men tað lønar seg. Bæði í bíbilsøguni og kirkjusøgan vitnar um vælsignilsi grunda á tolsemi. Lat okkum takka fyri alt, eisini bíðitíðina.

Royn at siga tað hart: Eg takki og prísi tær Gud, sum er Faðir til mín Harra, Jesus Kristus. “Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Kristusi.” (Ef. 1, 3)