16. jun, 2018

Rættferðar sólin

Men yvir tykkum, ið óttast navn Mítt, skal rættvísisólin renna upp við grøðing undir veingjum sínum, og tit skulu fara út og spæla sum gøðingarkálvar. (Mala. 4, 2)

Her hava vit eitt vælsigna orð frá Bíbliuni, sum er vert at støðga á við. Tað er eins og profeturin Malakias gevur alt av tí eldi, sum Gud hevur kynt í honum.

Malakias veit hvat lívið førir við sær. Í ørindinum frammanundan hevur hann allar ávaringar lampurnar tendraðar. Hann greiðir frá tí degi, har øll tey nasadjarvu og gudleysu vilja blíva tept.

“Tá skulu øll hugmóðig og hvør tann, sum livir í gudloysi, vera sum hálmur, og dagurin, ið kemur, skal seta eld á tey - sigur HARRIN Gud herskaranna - so hvørki rót ella grein verður eftir av teimum.” (Mala. 4,1)

Men so kemur tann stóra áheitan, sum ikki má farast framvið okkum. Fyri at vit ikki skulu falla í fátt, so leggur hann eitt stórt “Men” afturat. “Men yvir tykkum, ið óttast navn Mítt”! Hvat er tað, sum liggur Malakias á hjarta? Hann vil siga við okkum, at ein onnur lóg er galdandi fyri okkum, sum æra Guds navn. Fyri tey vil rættvísis sólin skína og geva heilsubót. Hon vil ikki bert rísa upp, hon SKAL rísa upp.

Tað má treytaleyst vera tað, sum Zakarias sær í andanum, tá hann bleiv fyltur av Heilagum Anda og profeteraði.

“Fyri at læra fólk Hansara frelsu at kenna í fyrigeving synda teirra. Hetta er eymu miskunn Guds okkara fyri at takka, sum læt lýsing av hæddini vitja okkum - til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins." (Luk. 1, 77 – 79)

Á hvønn hátt er so hendan rættvísis sólin? Dávid gevur eina góða frágreiðing av henni í sálma 103, 3 – 5, har hann har skrivar:

“Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar, sum loysir lív títt frá grøvini og krýnir teg við náði og miskunn, sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin.”

Á hendan hátt er tann guddómliga lóg, sum er skriva við Jesusar blóð. Tað er tann lóg, sum er til ein og hvønn, ið óttast Gud og kemur til hansara. Lat okkum til endans á hesu stuttu andakt taka orðini frá Malakias 4, 2, og royna, at minnast orðini í tí dagliga meldrinum.

“Men yvir tykkum, ið óttast navn Mítt, skal rættvísisólin renna upp við grøðing undir veingjum sínum”

Jesus er okkara rættvísi – og Hann sum ber alt við sínum stórfingna orði. Hann skal eins og sólin, hita okkum við øllum tí, Hann stendur fyri, so vit eins og kálvar, sum fara út úr fjósinum, so vit kunnu sýna okkum eins og teir, við gleði og frælsi í Honum.

Jú, jú, Jesus er tann gleðis sólin, sum vil skína ímóti okum, tá virt æra navn Hansara. So lat okkum í dag blíva gjøgnum hitaði av Guds rættvísis sól, alt meðan vit bera tí trýeina Gudi okkara stóru tøkk.