24. jun, 2018

Ansa eftir orðum tínum

Soleiðis uggaði hann teir og tosaði blídliga við teir. (1. Mós. 50, 21)

Vit kunnu ikki skilja, at Jósef aftaná, at hann var blivin svikin, og tað hann hevur uppliva, so hevur hann tó orku til, at ugga sínar brøður og tosaði blídliga við teir.

Jósef er ein áhugaverdur persónur at støðga á við. Nærri man fer inn til hansara lív, so kunnu vit síggja, at tað eru samdømi við lívið hjá Jesusi.

Brøðurnir hjá Jósef høvdu ongan áhuga í hansara vitnisburði. Teir nærmast díktu hann undir við neiligum orðum. Tað stendur um teir, at “teir hata hann og ikki kundu tala ordiliga við hann”. Hatri veksur alsamt meðan hann greiðir teimum frá sínum dreymi. “Og teir hataðu hann enn meira fyri hansara dreym og orð”. Til seinast broyttist hatri til orðini til haturs gerðir. Brøðurnir tveittu Jósef niður í ein brunn, men seinri tá teir iðraðu seg um tað gerð teir høvdu gjørt, so seldu teir hann til ein handilsmann, sum kom framvið. Á sama hátt bleiv Jesus hataður. Tað stendur um hann og hansara samtíð: “Hann kom til sítt egna, men hansara egnu tóku ikki ímóti honum”. Eisini Jesus bleiv seldur (svikin) fyri pengar.

Jósef bleiv fullkomiliga svikin av brøðrum sínum og endar tískil í Egyptalandi, har hann, hóast hann var ósekur, so mátti hann tvey ár í fongsul. Hóast tað, so bleiv hann næsthægsti persónur í landinum -  og tann heilt stóri, sum deildi føði út, og gevur við gleði út til øll tey, sum treingja, ja, eisini brøðrum sínar.

Jesus mátti á sama hátt, eisini sum ósekur verða í fongsul hjá landshødinganum – og harnæst tríggjar dagar í deyðaríkinum. Á triðja degnum reisist Jesus uppaftur frá teimum deyðu og bleiv harvið tann heilt stóri,  sum deildi breyði út til okkum øll, sum við gleði vilja hava tað himmalska manna.

Jósef er gjørdur úr einum øðrum tilfari enn hinir brøðurnir vóru úr. Hann vil – gjøgnum alt lív sítt – við mótgongd og viðgongd – krøkja seg til Gud. Jósef vil ikki gera Gud songarfullan, heldur ikki tá hann stóð yvirfyri roynslum frá konuni hjá Potifar. Tað er áhugavert at síggja hvussu heilhjartaður Jósef var yvirfyri Gudi. Hann kendi Guds fyrigevandi lyndi, og tað er tí heilt natúrligt fyri hann, at fyrigeva brøðrum sínum – og taka sær av teimum – uttan dám av av hevnd.

Jósef hevur skilt – at fyrigeving setur í frælsi. Í staðin fyri hevnd, so er hann íðin og hjálpsamur til, at ugga teir, sum hav sviki hann so bannsett. Ein stór avbjóðing og ein stór áheitan til okkaum, at fyrigeva okkara næsta, og bert oysa út av vælsignilsum.

Her hava vit sanniliga nakað at læra. Orði kann drepa – og orði kann verða sum ein boksihandski, men orð kunnu eisini verða sum eitt kín. Tað er vert, at leggja til merkis, at Jesus setur hetta evni í  miðdepilin fleir støð í Bíbliuni: ”Men Eg sigi tykkum, at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala.” (Matt. 12, 36)

Vit mugu biðja Gud um, at seta vakt við munn okkara – og ansa eftir okkara varra durum. Vit mugu ver greið um tað, sum vit lesa í Orðatøkunum: “Við ávøkstinum av munni mansins verður búkur hansara mettaður; av grøði varra sína verður hann mettur. Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara.” (Orð. 18, 20 – 21)

Lat okum øll hava Jósef sum fyrimynd. Hann megnaði at tala kærligt og uggandi, ja, sjálvt eftir 22 árs eyðmýkt.

Og lat okkum ikki minst minnast Jesus, sum kundi stýra síni tungu, sjálvt í teimum løtum, har órættvísi og falskar ákærur - floymdu niður yvir hann.