30. jun, 2018

Altíð nøgd

Sum sorgarfullir, men tó altíð glaðir, sum fátækir, men gera tó mangar ríkar, sum teir, ið einki hava, og tó eiga alt. (2. Kor. 6, 10)

Tað ljóðar eins og ein gáta. Hvør kann samtíðis verða bæði harmur og glaður, verða fátækur og tó altíð tilreiðar at gera onnur rík?

Tað kunnu Guds børn! Í sær sjálvum kennir ein kristin, at hann altíð er harmur og fátækur.  Men Gud sigur um hann, at hann altíð er glaður, og gerð mong rík. Tað er júst smá og eyðmjúk menniskju, sum Gud best kann brúka í síni tænastu. Tí hevur tað onga ásakan, at tú kennir teg fátækan, so kann Gud betur brúka teg! Tað er bert gott, at tú kanst koma hartil, at tú einki eigur. Tí tá hevur tú alt!

Og gleðin skal ikki vera av hugaligari og pínuleysari sálarstøðu. Hendan byrjan er ein daglig uppliving av Guds ófatandi náði. Ein royndur kristin veit, at gleðin í Gudi ikki kann halda á uttan sorg. Eydnan er tí ikki í, at Gud tekur sorgina burtur. Tí sorgin, sum vit møta í okkara lívið – og ikki minst yvir okkum sjálv – skapar tann grundvøll, har gleðin í Gudi kann vaksa og trívast.

“Sum sorgarfullir, men tó altíð glaðir!”  Tað kann gott kennast eins og nakað dupult, ið ørkymlar okkum. Men hugsa so um, at lívi er samansett. Tað kemur ikki minst okkara Gudslívið við. Júst eitt Guds barn kann smílast gjøgnum tár. Tí vit vita, at Harrin er nær í okkara sorg, okkara pínu og neyð fyri at loysa okkum út. Og har, sum Gud er nær, har er eingin grund fyri at falla í fátt!

Tað umræður eisini tað ókendu framtíð, ið kann skapa angist og ótta hjá okkum. Men vit kunnu verða trygg og gleða okkum til framtíðina. Vit vita, at einki óvænta kann ráma okkum. Okkara framtíð er í Guds hondum.

So vit vilja í friði og náðum ganga móti tí himmalska heiminum. Sorgarbundin yvir okkum sjálv og neyðina rundan um okkum – men altíð glað í Harranum! Fátæk í okkum sjálvum – men rík í Gudi. Og tí før fyri at geva Guds ríkidømi víðari til onnur.