13. jul, 2018

Hvar gongur reisan

Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? (Luk. 15, 4)

Í heiminum eru tað mangar meiningar. Í politikki og í mongum øðrum samanhangi mugu vit boyggja okkum fyri teimum avgerðum hjá fjøldini. Tað blívur tikið til eftirtektar frá tí stóra flokki – frá mongdini. Tað einkulta menniskjans týdningur hevur minni virði í heimsins eygum. Lukku tí, er tað stikk mótsett í tí andaliga heiminum  - í Guds ríkið. Sæð við Guds eygum og málið, við hansara málistokki er hvørt einkult menniskja nakað serligt og dýrabart. Vit eru jú, dýrt keypt í Jesus Kristi blóði. Har telur hvørt einkult menniskja! Eingin verður gingin framvið, eingin verður gloymdur.

Í hesum orðum vil Jesus útgreina fyri okkum, at tað júst er umsorgan fyri tí einkulta. Sjálvt um hirðin hevur fingið teir níggju og níti trygt í rætt, yvirsær hann ikki – og gloymir ikki – tað eina, sum er fari av leið í oyðumørkini og er í einari hjálparleysari støðu. Hann ferð út at leita eftir tí. Og hann blívur við at leita, inntil hann finnur tað! Soleiðis er Jesus. Hann gloymir ongan!

Kanska følir tú teg aleinaðan og fortaptan, gloymdan og gingin framvið. Tað er tungt. Men so skulu hesi orð júst blíva til gleði og uggan fyri teg. Tú ert ikki gloymdur av Jesusi! Hann hevur umsorgan fyri tær, tí Jesus tekur sær av tí einkulta. Hann kennir teg, hann sær teg, hann veit um tína neyð. Hann veit eisini, at tú ikki ert førur fyri at náa hann. Tí kemur hann til tín.

Hann tekur initiativið. Tær nýtist ikki at spyrja: ”Hvussu finni eg fram til Gud!” Tí tað maktar tú ikki, og tað hevur Gud heldur ikki rokna við! Tí leitar hann teg, og kemur tær ímóti, í sínum orði. Tí er tað umráðandi, at tú vilt lata teg finna av Gudi. At tú ikki blívur við at flýggja frá honum.

Men Jesusar umsorgan fyri tær heldur ikki uppat her, tí: ”Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst.”(Jes. 30, 15.) Gjøgnum umvendilsi portri koma vit inn í Guds ríkið. Onnur inngongd finst ikki. Og tað umfatar øll menniskju. Vit eru øll á ferð gjøgnum lívið, í styttri ella longri tíð. Tann álvarsami spurningurin er: Hvar gongur reisan til, hvar vil hon enda ein dag!

Kósin er sett fyri okkum, vegurin er lagdur. So er tað bæði hugstoytt og óhugnakent at menniskju ikki níta hann, men í staðin royna at byggja sín egna. Mong eru tey, ið reka runt á lívsins ótryggu bylgjum og finna útav, at teirra stríð ikki førir tey uppeftir, men longur og longur niður. Tey rópa eftir troyst og friði. Tey sóknast eftir svari, ið kann hjálpa tí ófriði, og tí andaliga tómleika, sum hóttir menniskja ættina í dag.

Mong eru søkjandi – uttan at finna. Man kann ikki koma út úr tí ónda sirklinum. Tí er úrslitið tómleiki, stress og ringir nervar. Orsøkin er tígulig: Man sóknast á skeivum støðum, man fylgdi tí skeivu kósini! Tí bleiv sálin ikki nøkta (metta). Vit blivu ongantíð kvirr ella still.

Hesi orð frá Amos rópa til okkum:”Leitið til Harrans, at tit mega liva.”Her hava vit svarið.  Men tað krevur eina broyting av  tí kós, ið er sett fyri tíni reisu. Vegurin, sannleikin og lívið er Jesus. Fyri okkum menniskju gongur eingin vegur til Guds uttan um Jesu persón! Ongin annar vegur! Má tað standa krystallklárt fyri okkum.

Í tí Jesus sigur, at hann er vegurin, gevur hann okkum svarið uppá, hvussu vit kunnu náa tað himmalska máli. Tann, sum hevur Jesus í sínum hjarta, er á tí rætta vegnum. Tann, íð trýr á Guds son, Jesus Kristus, hevur ævigt lív! Soleiðis fata vit hesi orð: ”Leitið til Harrans, at tit mega liva.” Tann, sum við trúgv er blivin sameindur við Jesus, eigur lívið í Gudi. Hann veit, hvat tað virkuliga lívið er. Og vegurin, ið førir til tað himmalska málið, kennir hann eisini: Jesus er vegurin fyri hann! Ikki bert ein partur av vegnum, men allur vegurin.

Evangelii er fyri syndarar. Bið Gud opna tíni eyður, so tú fær tína sonnu støðu at síggja. Jesus er ikki komin at frelsa onnur enn fortaptar syndarar. Takka honum, at tú ikki nýtist at gera nakað fyri at blíva eitt Guds barn, men hann frelsir teg, bert av náði.

Gud vil, at tú skalt koma, sum tú ert. Tá fyrstani vil hann umskapa teg, og tú verður eitt nýtt menniskja. Guds ríkis innbjóðing hevur altíð hetta orðaljóðið: Nú er alt tilgjørt. Komi. Alt er til reiðar. Tí henda innbjóðing er grunda á Jesu fullgjørdu sáttargerð: ”Tað er fullgjørt.”