16. jul, 2018

Á arnarveingjum

Sum ørnin vekur reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, soleiðis breiddi Hann út veingir Sínar, tók hann upp og bar hann á flogfjaðrum Sínum. (5. Mós. 32, 11)

Tann lítli arnarungin skal læra at flúgva. Reiðri er millum høgar fjallasíður. Ja, tað er høg bjørg til allar síðir. Hvør torir, at kasta seg út yvir eina slíka avgrund? Hugsa tær til, um nú veingirnir ikki halda til tað, hann hevur jú ikki roynt tað áður.

Men ørnin vekir hugin hjá unganum at royna. Hon sveimar runt og lokkar ungan til at royna, at flúgva. Og so roynir ungin lopið. Og so sanniliga, veingirnir bera á fyrsta sinnið. Hann sveimar yvir djúpinum.

Men so blívur hann troyttur. Veingirnir svíkja. Um hann bert hevði hildið seg kyrran uppi í reiðrinum. Men ørnamamman hevur hildið eyga við flognum hjá unganum. Nú sveimar hon inn undir ungan, og breiðir veingjabreiði sítt út, og tekur hann og ber hann trygt á veingjum sínum. Og tann troytti lítli ørnaungin hvílir trygt á veingjunum hjá móðir síni.

Tú er arnarungin! Ver ikki bangin fyri djúpinum.

Vága hóast alt lopið. Tað er ein, sum vakir yvir tínum flogi. Blívur tú troyttur, so kanst tú bert taka tað róligt og sveima spakuliga niður, sjálvt um tú kennir og sært avgrundina undir tær. Gud vil sjálvur grípa inn og bera teg til títt trygga reiður.