21. jul, 2018

Vís Honum álit

...men sig tað við einum orði, so verður drongur mín frískur. (Luk. 7, 7)

Høvuðsmaðurin við tí sjúka tænara hevði ber hoyrt um Jesus. Tí er tað, at undrast yvir, at hann hevur eitt slíkt álit á Jesusi. Jesus sjálvur undrast eisini um tað, og sigur: “Ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið so mikla trúgv.” v/9

Tann rómverski yvirmaðurin hevði biðji Jesus koma, fyri at bjarga lívinum hjá tænara sínum. Men tá Jesus kom nærri heimi hansara, tá kendi hann seg ikki verdan til, at taka ímóti Honum. Hann var nøgdur um Jesus bert segði eitt orð. “Men sig tað við einum orði, so verður drongur mín frískur.” Og eitt orð av Jesusar munni var veruliga nokk. Tann sjúki tænarin, sum í veruleikanum lá fyri deyðanum, bleiv í stundini frískur.

Tað er trúarstyrkjandi at hoyra hesa frásøgn. Jesus Kristus er tann sami í dag, og orð hansara hava sama virði og somu kraft eins og tá. Eitt orð frá Honum kann í somu løtu broyta sorg til gleði, stríð til frið, angist og órógv til trygd og hvílu og sjúku til góða heilsu. Eitt orð frá Honum kann broyta ein fortaptan syndara til ein, sum hevur fingið, og tað náði omaná náði, og omaná tað heilag, so blíva ein himmal borgari. So full av kraft og so stóra ávirkan hava Harrans orð.

Bíblian sigur, at trúgvin kemur av tí, ið hoyrt verður, og tí, sum hoyrist, kemur í kraft av orði Krists. Tá orð Hansara blíva hoyrd og tikin ímóti, so skapa tey trúgv í einum menniskja. Tá Jesus beyð storminum at leggja seg, tá hendi tað. Tá Hann talaði til tey deyðu um, at reisa upp, so reistust tey upp, og tá Hann segði við menniskju: “syndir tína eru tær fyrigivnar”, ja, - so vóru tær fyrigivnar og heilt strikaðar út, sum um tær á ongum sinnið høvdu veri til. Hann segði bert eitt orð, og so hendi tað!

Jesus kann eisini broyta títt lív og tínar trupulleika. Hann kann hjálpa tær í eini og hvørjari støðu tú ert í – bert við at siga eitt orð.

Vís Honum álit! Gev Honum æruna!