5. aug, 2018

Gud er við tína líð

          Nøkur orð hava dupultan týdning. Tak orði, at stríðast til dømis. Tað er eitt orð Gud brúkar, tá Hann stríðist móti menniskjum, og eitt orð Hann brúkar tá Hann stríðist fyri menniskjum. Í Jesaja 49, 25, lesa vit: “Eg skal standa teimum ímóti, sum standa tær ímóti”. Vert er at leggja til merkis, at Gud ikki sigur, at Hann ikki vil stríðast við teimum. Hann sigur heldur ikki at hann vil stríðast ímóti teimum. Hann sigur heilt greitt, at Hann vil stríðast við teimum.

          Hvønn týdning hevur tað? Tað hevur tann týdning, at Gud stríðist við teimum, sum stríðast við síðuna á tær. Men tað hevur eisini tann týdning, at Hann stríðist ímóti teimum, sum stríðast ímóti tær og sum vilja skaða teg.

          Ein kristin má stríðast eitt andaligt stríð hvønn einasta dag. Tað er tí, at ápostulin Paulus skrivar í 1. Timoteusar Brævi 6, 12, “Stríð hitt góða stríð trúarinnar”.

          Tað er ein tíð til at stríðast, men tey góðu boðini eru, at tá tú stríðist, so stríðist Gud saman við tær á tínari síðu.

          Í Rómverjabrævinum stendur skriva: “Er Gud við okkum - hvør kann tá vera ímóti okkum!” (Rom. 8, 31)