8. aug, 2018

Møt einum sonnum ivandi

Íveruleikanum eri eg bæði ósikkur og bangin!

Aftanfyri tann væleydnaða, sterkt upptikna er tað vist mangan ein loyndarfullur ivi, ein pínandi angist, ein nívandi plága, ein sára samvitska ella ótti fyri tí ókenda. Vit síggja bert rættu síðuna hjá hvørjum øðrum. Á ranguni hjá tí smílandi og elskuliga eru tað kanska nøkur loynilig tár hildin aftur.

Ein slíkan miðal mann møta vit í Bíbliuni. Hann var óivað vanur  til, at halda maskuna lýtaleysa. Men nú var tað hetta við dreinginum hjá honum. Heilt frá barnaárunum hevði hann ikki veri seg sjálvur. Stundum var hann stummur. Stundum var hann skúmandi ørður. Um hann bert hevði veri normalur ella deyður! – hugsaði maðurin óivað og skammaði seg við slíka hugsan.

Eitt stutt møti við Jesus bjóðaði av sonnum av inni í honum: Trýrt tú á Gud? Vanta tú, at Jesus kann hjálpa tær? Hevur tú í veruleikanum brúk fyri honum?

Við tað sama rópti faðir barnsins: "Eg trúgvi - hjálp vantrúgv míni!" (Mark. 9, 24)

Á tað svar hann kom við! Hann visti ikki, at vit kalla tað fyri iva, tá onkur vil trúgva, men ikki heldur, at tey kunnu. Vantrúgv er ikki, at vilja trúgva. Faðirin at dreinginum hevði sín egnu  orð at brúka.

Í roynd og veru er tað týdningarleyst, tí hann var sannur og heilhjartaður. Jesus sá hjálparloysi aftanfyri maskuna. Maðurin stóð fram fyri alra manna eygum við sínum ráðloysi. Tá greip Jesus inn - og nakað bleiv nýtt. Jesus kann og vil frelsa, har hann veruliga verður bjóðaður inn.

Ráðloysi er meira svøvnloysi og bági, enn tað trygga tey trúgvandi eiga og tey dovnu vantrúgvandi eru greið yvir. Men lat ikki ivan leiða teg omaneftir gøtuni, sum førir teg til ráðloysi. Gang heldur niðaneftir gøtuni, sum førir teg til trúnna á Jesus Kristus.

Vend heldur tínum iva til spurningar, vend tínum spurningum til bønina, vend tínum bønum til Gud. Hann tekur ímóti tær!