9. aug, 2018

Markaskjali

Flyt ikki hini gomlu markaskjalini, sum fedrar tínir hava sett! (Orð. 22, 28)

Tað er vandamikið, at flyta mørk – sjálvt um tað er í loyndum. Tað vil altíð føra ófrið við sær, og til seinast fellir tað tann, ið gerð tað.

Tað er enn vandamiklari í tí andaliga heiminum, tí har eru tað virðismikil mørk, og tí blíva fylgjurnar ómetaliga stórar og vandamiklar.

Tað er eitt mark millum gott og ónt – rætt og órætt – satt og ósatt – gudsótta og holdbundið – Guds ríkið og heimsins ríkið – ljós og myrkur.

Man kann mangan koma í iva um, hvar marki er. Men spyr so um, hvar teir gomlu settu mørkini,  og tú vilt fáa eitt greitt svar. Og Harrin vil siga við teg: “Flyt ikki hini gomlu markaskjalini, sum fedrar tínir hava sett!”

Um tú livir innanfyri mørkini, sum tínir fedrar settu, so livir tú í tryggleika. Ver varðin, so at tú ikki – kanska í gáloysni – kemur á tí skeivu síðuna av markinum. Tí at so vilt tú ein dag til tína ræðslu sanna, at tú ert komin út um tey mørk, sum Gud hevur sett fyri sítt ríkið.