10. aug, 2018

Æran er Jesusar

Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar - Honum veri dýrd í samkomuni... (Ef. 3, 20 – 21)

Undurfull orð!

Hann kann gera meira enn tað, sum við biðja Hann um! Meira enn vit fata. Ja, lovaður verði Gud fyri tað. Hann kann gera “meira enn alt”.

Ja undurfull orð! Herlig, ævig og sonn orð. Hansara makt strekkir út um alla fatan, um øll mørk inn í ævinleikans undurfulla heim.

Bert tín vantrúgv kann seta mørk fyri hansara megi. Lat Hann koma framat. Og tú skalt koma til at uppliva, at Hann er førur fyri, at gera langt út um tað, sum tú biður Hann um ella fatar! Honum verði æran og heiðurin!