11. aug, 2018

Uggan

Men Gud, sum troystar tey, ið niðurboygd eru, troystaði okkum... (2. Kor. 7, 6)

Góða niðurboygda sál. Harrin møtir tær í dag, við síni ríku uggan. Hann ákærir teg ikki, um so er, at tú ert niðurboygdur. Hann skilir teg. Hann hevur sjálvur verði menniskja og veit eisini, at menniskjalívið ikki altíð er lætt at liva. Jesus visti óivað sjálvur, hvat tað var, at vera niðurboygdur.

Nú kemur hann til tín. Hann kemur við fatan, samkenslu og kærleika. Er tað yvir tína synd, at tú ert niðurboygdur, kanska enntá yvir eina ávísa synd ella fall, so vil Hann teska í oyra títt, at tað er alt tær fyrigivið. Er tað ótti og trupulleikar, ið plága teg, so vil Hann áminna teg um eitt einasta orð: Faðir! Tá Hann, tann Almáttugi, er tín Faðir, hvat óttast tú so fyri? Eisini  lív títt, títt likam, tín heilsa, tín framtíð, tíni kæru og alt tað, sum kemur tær við, er í Hansara hondum. Er tað ikki ein stór uggan – ja ein fullkomin uggan.

Ja sjálvt um tú óivað ikki veit nakað ávísa grund til, at tú ert niðurboygdur, so kemur  Frelsari tín í dag til tín við síni uggan. Tú ert elskað(ur)! Er tað ikki ein stór uggan í sær sjálvum?