13. aug, 2018

Spaklynt

Tá segði Ábram við Lot: "Einki stríð má vera millum okkum báðar - vit eru jú brøður! Vilt tú fara til vinstru, so fari eg til høgru, og vilt tú fara til høgru, so fari eg til vinstru." (1. Mós. 13, 8 – 9)

Tað er tað, ið Harrin vil siga við teg í dag, tað er ikki rætt og óverdugt  fyri ein, sum hoyrir Gudi til, at vera í stríð við nakað menniskja. Um so er, at man stríðist um smáar ella stórar lutir.

Ein kristin hevur bert eitt tað einasta at gera, og tað er at geva eftir.

Lat hin partin velja – høgru ella vinstru – og tak tú tað, -  sum eftir  er. Minst til, tit eru jú, brøður. Eyðmýk teg! Jesus, Guds Sonur, hevur givið tað frá sær, at vera Gudi líkur fyri tína skuld, skuldi tú so ikki eisini frásigði tær ein lítlan lut fyri hansara skuld. Tað hoyrir við til Kristi sinnalag sjálvt tað, at lýða, tá man gerð tað, ið gott er. Tað er í veruleikanum stórt, at geva eftir, tá ein hevur rætt. Tað er, at ganga í Kristi fótasporum, at tiga og elska, tá man fær skeld og verður plágaður.

Harrans vælsignilsi skínur yvir veg Abrakams. Hann fekk hóast alt, tað ríkasta landið. Tann, ið vil ofra seg fyri onnur menniskju, vil Guds æviga ríkidømi altíð fylgir við honum.

Tey spaklyntu skulu arva jørðina!