14. aug, 2018

Torir tú

Hann skal vaksa, og eg skal minka. (Jóhs. 3, 30)

Tað fyrsta er ógjørligt uttan hitt seinra. Eitt hvørt Guds barn vil fegið, at Jesus skal blíva stórur í lívið hansara, men tað eru fá, sum sjálv vilja blíva smá og minka. Men Hann kann ikki vaksa, uttan so, at vit minka.

So leingi tað bert eru orð og  gudsóttandi eyðmjúk tala, so eru orðini vøkur í oyrum okkara. Vit biðja óivað mangan um tað. Men tá bønarsvari kemur, og orði byrjara at vera veruleiki hjá okkum, so berast vit mangan undan, og taka kanska bønina aftur.

Hvør vil í rámasta álvar blíva lítil? Hvør vil setast til síðis, ja, og enn tá blíva gloymdur? Hvør torir at síggja seg sjálvan, sum hann í veruleikanum er, sína fáfongd, sítt sjálvsøkni, sína óreinsku og sítt trot av kærleika. Síggja, at man er óndur heilt ígjøgnum, at sjálv grundin til tað góða, ið vit gera, er fongt við sítt egna eg.

Men, tá vit fáa hetta fyrst at kenna, so blívur Jesus stórur. Og tess meira vit fáa hetta at síggja, tess størri blívur Hann. Tá minka vit, og Hann veksur.

Torir tú nú, at biðja hesa bøn?