17. aug, 2018

Snávandi girið tykkum

Bogar kappanna brotna, men hini snávandi gyrða seg við styrki. (1. Sám. 2, 4)

Tann størsta megi uttan Gud skal blíva til einkis. “Bogar kappanna eru brotnaðir.” Óttast ikki fyri heimsveldunum. Tann, ið hevur Gud, er hóast tað sterkari. Hann skal til seinast sigra.

Óttast ikki fyri tínum egnu veikleikum. Miss ikki móti, um so er, at tú sjálvur snávar. Sóknast eftir kraftini frá Gudi. Hann vil geva tí troytta hvílu. Tí dirvislítila vil Hann geva nýtt dirvi. Tí óttafulla vil Hann geva mót í stríðnum. “Hini snávandi gyrðir Hann við styrki.” Man kann snáva í fjaldum fótonglum. Man kann snáva av óvart. Og sjálvandi kann man snáva av møði. Og tann, sum snávar, kann falla. Men reis teg aftur. Byrja av nýggjum. Tað er bæði fyrigeving og kraft hjá Gudi. Hann vil bjóða tær tað í dag.

“Hini snávandi gyrðir Hann við styrki.”