18. aug, 2018

Andøva

Tí mugu vit so mikið meiri akta eftir tí, sum vit hava hoyrt, so vit reka ikki burtur frá tí. (Heb. 2, 1)

At dríva av leið, er ikki ókent fyri tann, sum á sjónum er. Tað er at vera í teimum viðurskiftum, sum nú einaferð er viðvíkjandi streyminum, og hvussu tað nú einaferð rekur, og so fara vit við streyminum, har hann ferð. Og sagt við øðrum orðum: Vit noyðast onki at gera, tí alt gongur av sær sjálvum.

Her er talan um, hvat vit hava hoyrt. Tað vil so siga, tað Guds orð, sum vit hava hoyrt, frá tí vit vóru smábørn, og til nú. Hoyrt og lisið, og tað er nógv. Sera nógv!

Men alt hetta er til onga nyttu, - ja, tað kann blíva okrari ákæri og dómari, - um vit ikki geva gætur eftir tí. Lívsins streymur er harður. Og hann førir okkum burtur frá Gudi, og frá øllum tí, vit hava hoyrt. Vit eru so løtt, og kunnu uttan tann stór háva blíva tikin við av streyminum. Tí mugu vit hava eitt fast grundstøði, tí annars vil streymurin taka okkum. Og tað fasta grundstøði er júst tað Guds orð, sum vit hava hoyrt.

Trúgv orðinum. Liv av orðinum. Lat Gud tala til tín gjøgnum Bíbliuna, og lat tað blíva títt grundstøði í lívinum, so tú kanst blíva bjargaður frá tí harða streyminum.

“Tí mugu vit so mikið meiri akta eftir tí, sum vit hava hoyrt, so vit reka ikki burtur frá tí.”