19. aug, 2018

Vernd og verja

...HARRIN er tann, ið verjir lív mítt... (Sl. 27, 1)

Eg treingi til verju!

Tí eg havi mangar og sterkar fíggindar, sum til eina og hvørja tíð eru eftir mær fyri at skaða meg og kanska taka lív mítt. Kenni mangan á mær teirra óndu ætlanir.

Og eg var sjálvur veikur og uttan verju. Eg havi ikki álit á míni egnu styrki, og við tí í huganum kundi skjótt verði galið.

Men  HARRIN er tann, ið verjir lív mítt!

Eg eri sera glaður og tryggur. Tað finst ikki í øllum heiminum ein skapningur, sum er í so tryggum hondum, sum eg eri, ja, sjálvt um eg eri eitt líti Guds barn.

Harrin er mín vernd. Tað er ikki bert tað, tí Hann hevur bygt eina vernd rundan um meg. Sjálvt tað átti at verði trygt. Men Hann er sjálv verjan. Tað er enn betri og tryggari. Tann, ið vil fella meg, má fyrst fella Hann! Eg eri ósigrandi og ósærandi, um so er, at eg fjali meg aftanfyri mína føstu verju, sum er Harrin sjálvur.

Tí, hvønn skal eg tá óttast!