20. aug, 2018

Vanrøkt/Røkt

Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur. (Matt. 9, 36)

Tað er ein serligur bólkur av menniskjum, sum Jesus vendir sær til, og sum hann hevði ein serligan tokka til. Tað vóru tey líðandi: “Tá tykti Honum hjartaliga synd í teimum”, lesa vit. Tað vil siga, at Hann hevði samkenslu við teimum, og at Hann tókti synd í teimum, og Hann várkunnar  teimum.

Á hendan hátt er Jesus, fullur av kærleika og eymleika, og fullur av umsorgan. Og Hansara áhugi fyri teimum líðandi umfatar bæði tað tímaliga, fysiska og andaliga partin. Bíblian sigur okkum frá, at Jesus hótti at storminum, og tað bleiv stilli, og harvið bjargaði menniskjum frá, at drukna. Hann gav mat til ein stóran skara av menniskjum, sum ikki høvdu møguleika fyri at fáa nakað til matna. Hann grøddi øll sløg av sjúkum og veikleikum.

Jesus hevði í ein serligan mun umsorg fyri likaminum, men Hann gloymdi á ongum sinni sálina. Tá Hann sá tann vanrøkta og illa fyrikoma skara, tá kom tað frá honum: "Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir. Biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!" (Matt. 9, 37-38)  Tá sipar hann vist til tað andaligu neyð.

Tað nýggja testamenti er fylt við frásøgnum um, at Jesus tók sær av menniskjum í neyð. Og Hann er júst tann sami í dag. Hann er her. Her hjá okkum, og Hann sær okkara neyð. Hann sær tey gomlu og veiku, og tey einsamøllu og tey sjúku. Hann sær tey, ið syrgja. Hann sær tey øll, og Hann harmast um tey! Á ein serligan hátt harmast hann um tey, sum í teirra neyð ynskja at taka ímóti hjálp, men tora ikki av ótta fyri øðrum menniskjum.

 Tað er gott at vit, at Jesus veit um okkara neyð og eymkast um okkum. Men Hann gerð meira enn tað! Eins og tann miskunnsami samáriubúgvin, so reinsar Hann okkara sár, bindir um tey og syrgir fyri, at tey blíva lekt. Hann leiðir okkum hagar, ið trygt er og hevur umsorgan fyri okkum.

Hann tekur burtur okkara neyð!