21. aug, 2018

Guds náði

Tí løtu varir vreiði Hansara, men alt lívið náði Hansara... (Sl. 30, 6)

Her og nú og alt lívið er sett uppímóti hvørjum øðrum eins og mótsetningar. Hvat er eitt her og nú, í mótsetning til eitt heilt lív?

Men hvat er Guds vreiði ímóti Hansara náði?

Tú kanst møta vreiði Guds yvir teg. Og ein slík stund kann óivað kennast long, men tað er bert ein stund, tað leggur tú merki til aftaná.

Men náði Hansara vil vara við alt lívið. Hon varar so sanniliga við, lat tað verða sligið fast. Ver ikki bangin fyri døgunum, sum koma. Náði Hansara varar alla tað tíð, ið tú livir.

Stundin her og nú, er eisini ein partur av tí tíðini tú livir. Og náðin varar jú við alt lívið, eisini tá tú kennir til vreiði.

Tí eisini Guds vreiði er náði!