22. aug, 2018

Gud/Menniskja

...Náði Mín er tær nóg mikið... (2. Kor. 12, 9)

Nýmótans menniskju, sum hava møguleikan at keypa alt fyri pengar, hava ikki lætt við, at fyrihalda seg til orði “náði” . Hevur man einki at keypa við, ja, so koma teir sosialu myndugleikarnir tær til hjálpar, og so kanst tú fáa hvat sum helst, ið tær tørvar. Tað er okkara rættur “meina vit” og myndugleikarnir hava skildu til, at hjálpa okkum. “Náði” – er blivið eitt fremmant hugtak.

Men sambandi Gud/Menniskja, er enn ein møguleiki til, á hvønn hátt vit kunnu læra týdningin av orðinum. Tað er, tá Gud opinberar við Anda sínum, og kasta ljós á okkara fortaptu støðu, og vísir okkum á okkara synd og ræðuleika. Og tá tað kemur upp í okkum, at vit ikki hava ein jarðiskan kjans fyri, at blíva fríð í egnari megi frá okkara leinkjum, sum binda okkum. Tá hava vit brúk fyri Náði frá Gudi! So fata vit, at náðin hevur tann týdning, at Gud várkunnar okkum, sum ikki hava tað uppiborið. Tað er hansara kærleiki móti syndarum, sum veruliga áttu at glatast, men fyri Jesus skuld blíva gjørd til Himmal borgarar í hansara náði ríkið.

Lyklaorðið fyri kristindómin er náði. “Tí av náði eru tit frelst...” (Ef. 2, 8) “Náði Mín er tær nóg mikið” Tað vil so siga, at tað er ikki neyðugt, og tað er ikki møguligt, at leggja nakað afturat Guds náði. Tað, sum Gud kallar fyri “nokk” er er meira enn nógv mikið, tað er óendaligt! Tað vit siga”nógv” tá rokna vit eftir einum ella øðrum málistokki her í heiminum, sum hevur síni mørk, men tá Gud sigur “nokk” tá er tað eftir einum óendaligum málistokki.

Tann einasti vegur til Guds hjarta og til hansara náði er tí, at boyggja seg fyri honum í eyðmýkt, tilbiðja og takka honum fyri hansara náðigávu og taka ímóti henni í trúgv. So skulu vit fáa loyvi til, at uppliva, at í hesum “nokk” er alt írokna! “Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!” (Rom. 8, 32)