25. aug, 2018

Guds uggan

Tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað. (1. Kor. 1, 28)

Á hendan hátt er Gud. Hann er altíð við lið teirra veiku.

Og tí er er hann við tína lið.

Gud møtir tær í dag við síni uggan. Tú hevur óivað lætt við at missa móti og at blíva tyngdur niður av, at tú heldur ringt um teg sjálvan og tína trongstøðu. Men so vil Harrin siga við teg, at Gud hevur eina ætlan við tí støðu, sum tú ert í. Tað er tað, ið er vánaligt, veikt og ússaligt í heiminum, sum Gud valdi sær út, tað, sum menniskju halda líti um, og ikki vilja kennast við, tað, ið einki er. Hann visti, hvønn hann útvaldi, og Hann kendi okkum langt áðrenn vit vóru til. Men Hann elskaði okkum so høgt og var okkum náðigur, at hann hóast alt valdi okkum út. “Tað, sum var nakað”, vildi Hann eyðmýkja og gera til skammar.

Ver tí hugreystur. Tú ert millum tey útvaldu, so leingi tú kennir teg heima í tí vánaliga og  lítilsverda flokki. Hann, sum kendi teg, tá Hann útvaldi teg, Hann vil á ongum sinnið vraka teg.