26. aug, 2018

Gud talar í myndum

Jesaja. 44, 22.Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí at eg eri loysnari tín.

 

Gud talar ofta í myndum til okkara, so vit betur kunnu fata hvat hann ynskir at siga við okkum. Í hesum orðum brúkar hann eitt deiliga mynd, tað sum skal fortelja okkum hvussu hann fullkomiliga fyrigevur synd, og fullkomiliga forkemur henni.

Vit síggja tað so ofta, vit vita hvussu tokan kann liggja tøtt, og tung yvir landi. Tokan kann vera so tøtt, at vit síggja bert nakra fáar metrar fram. Flest okkara hava prøva at koyrt bil í toku, og vit vita hvussu óhugnaligt, og hvussu vandamikið tað er. Soleiðis kann eisini syndin liggja tung og nívandi yvir menniskjum. Tann onnur myndin, sum Harrin nítur er skýggini, myrk tøtt skríggj kunnu heilt dekka himmalin. Og mangan boðar tað frá kulda, og ringum veðrið. Tey dekka í hvørfall sólina, sum gevur ljós og hita. Skríggini eru eisini ein mynd uppá syndina, sum vil fjala Gud fyri okkum, og lata okkum liva í skugga, og kulda burtur frá Guds kærleika.

Gott at vit ikki skulu steðga á her. Tað er nevniliga eitt gott evangelium í hesum orðum. Gud kann nevniliga fáa toku, og skíggj til at fána, hann kann  taka tey fullkomiliga burtur. Tað hava vit eisini sæð í natúruni.

Tað gongur skjótt, tá Gud sendir vind, og helst tá sólin skínur, og heitir sólargeislar koma í gjøgnum skríggini, so hon er burtur og tokan, ja hon er total vek, sum hon ongantíð hevði haft verið har.

Soleiðis lovar Gud eisini, at taka okkara misgerningar, og frelsa okkum frá syndarinnar megi. Men tað eru eini treytir sum vit mugu uppfylla. "VEND UM TIL MÍN" stendur tað.

Gera vit tað skulu vit uppliva, at Gud heldur sítt lyfti, og strikar alla okkara synd út á sama  hátt sum hann tekur tokuna burtur við teimum heitu sólstrálunum.            

 

                     Tín hond ei slepti mær, eg veit tað væl,

                     hon leiðir meg.

                     Um stíggj og fjall og dal eg ganga skal,

                      heim komi eg.

                     Tá nátt er av, um ljósa morguntíð,

                      tá heilsa mær tey eingla andlit blíð.