28. aug, 2018

Í trúgv

Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann vitsti ikki, hvar hann kom. (Heb. 11, 8)

Ábraham visti ikki, hvar hann kom til, og tó gekk hann, tí Gud hevði biðji hann. Tað er at trúgva, tí trúgv er lýdni.

At trúgva er, at vera lýðin uttan at vita hví. Tí ofraði Ábraham son sín. At trúgva er, at vera lýðin uttan at vita á hvønn hátt. Tí trúði Ábraham Gudi, tá Hann lovaði honum ein son. At trúgva er, at vera lýðin uttan at vita hvussu, tí fór Ábraham avstað, uttan at vita, hvar hann kom til.

Tann, sum trýr á Gud, hevur onga neyð fyri at fata Guds ætlan, og fyri at vera honum líðin. Hann hevur onga  neyð fyri at síggja nakran útveg, hann hevur ikki neyð fyri at vita, hvat Guds ætlan er fyri framtíðina. Trúgv er álit. Tann, sum trýr á Gud, hevur álit á honum, og leggur lív sítt, og veg sín í Harrans hendur.

At trúgva er at leggja ábyrgdina yvir á Gud. Øll okkara egna ábyrgd er at vera lýðin, og so at kasta alt okkara yvir á Gud.

Harri, lær meg trúar lýdni!