13. sep, 2018

Heimlandið

"HARRIN Gud tykkara letur tykkum nú koma til hvílu og gevur tykkum hetta land." (Josva 1, 13)

Ísraelsfólk vóru komin til sjóvarmálan á Jordan ánni, og vóru í fer við at koma inn í tað landi, sum Gud hevði lova teimum.

Sum so mangt annað, sum vit lesa í tí Gamla Sáttmálanum, so vísir hetta okkum á nakað viðkomandi, sum vit lesa um í 1. Kor. 10, 11: “Hetta hendi teir sum fyridømi, men tað er skrivað okkum til ávaring, sum hinar síðstu tíðir eru komnar til.”

Í Heb. lesa vit: “Tí hevði Josva leitt tey til hvílu, so hevði Gud ikki talað um ein annan dag seinni. So stendur tá fólki Guds sabbatshvíla eftir.” (Heb. 4, 8 – 9)

Tað virkar kanska sum ein mótsetningur, sum tað vit lesa um í Josva, sum vit byrjaðu við. Men við Josva sum leiðara kom veruligur friður yvir fólki eftir eina langa ferð. Hóast tað, so var hetta ikki tann endaligi friðurin. Ísrael var noytt til framhaldandi at stríðast fyri at varveita friðin, sum Gud hevði lova teimum - og vóru sjáldan við undirlutan.

Her eru serstakliga tvey vit eiga, at leggja til merkis:

1.       Við frelsuni gevur Jesus einum náði og frið, sum heimurin ikki kann bjóða nøkrum øðrum: “Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera - Eg skal geva tykkum hvílu!” (Matt. 11, 28)

Hetta fáa øll at uppliva, sum taka ímóti Jesusi, sum sín frelsara. Men hetta er ikki tað veruliga málið.

2.      “Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,” sigur Paulus í (Fil. 3, 20) Hetta hava vit í væntu, sum hav tikið ímóti Jesusi sum Frelsara, og har er tann æviga hvílan fyri alla synd, ónt og óreint.

Josva, sum førdi Ísrael inn í tað lovaða landi, er eisini ein fyrimynd. Hann hevur júst tað sama navni, sum okkara Frelsari hevur. Jesus, sum er upphavsmaðurin til trúnna og fremur hana.