22. sep, 2018

Eitt lív í frælsi og í ljósinum

          Í Jóhs. 8, v/31  Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: »Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, v32  og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.«

          Sannleikin kann skjótt blíva burtur. Men sjálvur sannleikin er av stórum týdningi, sum vit ikki mugu missa. Sannleikin er altíðð sterkur, hóast hann mangan tikist veikur. Lygnin er altíð veik, sjálvt um hon sær sterk út. Tí kann eitt líti menniskja, sum sýnist ótýðandi, so kann tað hóast alt blíva eitt sterkt og týðandi menniskja, um so er, at tað fremur sannleikan. Meðan tann, sum ger lygnina, vil falla, sjálvt um persónurin hevur eitt gott ryktið  á sær. 

          Og tað gevur ein egnan tryggleika, at hava við sannleikan at gera. Lygnin stressar og hevur hastverk. Hon kann til eina og hvørja tíð blíva avdúka. Sannleikin er róligur og í javnvág, tryggur og hvílandi. Og so hevur tað við sær, at tú blívur fríur og tryggur sum menniskja grunda á sannleikanum, og at viðurkenna sær sannleikan og gera seg eitt við sannleikan. Eitt menniskja sum er glað fyri sannleikan, er eitt frítt menniskja. Eitt samfelag, sum hevur virðing fyri sannleikanum er eitt frítt samfelag. Menniskju kunnu ikki broyta sannleikan, menn sannleikin kann broyta menniskju. Paulus Apostul skriva so satt: “Róm. 2,8 Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði.” Og um tað saman skrivar hann í: “Gal. 5,7 Tit vóru á góðari leið; hvør hevur forðað tykkum at akta sannleikan?”

          Mong ivast um sannleikan, og seta spurnartekin við hann. Nøkur háa sannleikan, nøkur bíta hann sundur, og onnur søkja hann. Tað, sum ger tað størsta árini er, at Jesus Keristus hevur sjálvur sagt: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.” (Jóhs. 14, 6)

          Sjálvt um eg ikki kann trúgva tí sum eg vil, er søkin líka sonn!