23. sep, 2018

Lívsins vatn fyri einki

Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki! (Op. 22, 17)

Lívsins vatn er tað vatn, sum gevur megi til lívsins stríð, til heilaggering og til arbeiði í Guds víngarði, og sum gevur treysti og gleði og sum nøktar alt tað vit nýtast  og krevja í lívinum og til teir djúpasta longsul, og sum fram um alt strikar syndanna neiligu kreftir og reisir tað falna. Lívsins vatn hevur í veruleikanum alt, hvat eitt menniskja treingir til fyri at liva eitt rætt og sigrandi lív.

Og er hetta vatni so virðismikið, so mugu vit enn meira tráa eftir tí. “Á hvønn hátt fáa vit hetta vatni?” “Er tað fyri øll?”

Ja! Gud havi lov fyri tað! Tað er fyri øll. “Tann, ið vil!” Tað setur ongar aðrar treytir enn tað, at vilja hava tað. Tann, sum vil, kann taka ímóti tí vatni – og drekka so nógv, ið honum listir av tí – fyrigeving, kraft, gleði, sigur, friði og alt, hvat honum treingir til. Tí hetta vatni fæst óuppiborið. Heimildin til hesa keldu er frí. Og keldan tornar aldri upp.