29. sep, 2018

Kærleikin millum systkin

Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda! (1. Pæt. 4, 8)

Guds orð minnir okkum mangan á, at hava kærleika til okkara systkin í Harranum. Kanska heldur tú, at tað er løgi, at tað blívur undirstrika so kraftiga. Kærleikin er jú lívsnervin í tí kristna samfelagnum. Er tað trot av kærleika, so vera tey innanhýsis viðurskiftini meira og meira til eina ósemju. So at slatur og illgruni  fær góðan gróðrarbotn. Fjarstøðan blívur longri og longri, og viðurskiftini blíva meira og meira køld.   

Ein kristin samkoma trívist bert, tá mongdin at syndini blívur fjald. Tað eru syndir, sum mugu átalast. Tað finnast viðurskifti, sum mugu fáast í rættlag. Tað finnast vist eisini viðurskifti, har best er at skiljast frá hvørjum øðrum, eins og tað var við Paulus og Barnabast. Men fram um alt, skulu vit hava ein inniligan kærleika til hvønn annan, so syndin kann verða fjald. Tann einaráðandi hugburður er vandamikil. Tað sæst aftur í tí, at tú stríðist fyri at hava rætt. Hendir tað so ikki, so kennir tú tað eins og rættvísin hevur tapt.

Eitt kunnu vit vera avklárað við, og tað er, at tað hendir ikki. Rættvísin kann ikki tapa. Hon kann heldur ikki fjøtrast í longdini. Tað er tað sama við tínum viðurskiftum. Harrin vil sjálvur føra tey fram.

Ikki so sikkurt, at tú hevur rætt, hóast alt, so sum tú meinar at tú hevur. Flestu sakir hava minst tvær síður ella fleiri, av somu søk.

Tann hugburður, at tað er bara eg sum havi rætt, fær lógar andan inn millum systkini. Tá koma tað rivur í samkomuna, og tað kann taka taka fleiri ár, at lekja.

Vit skulu ikki mála alt grátt. Tað er ein himmal víður munur millum svart og hvítt. Guds orð talar um óbótaligar syndir, sum skulu undir aga í samkomuni. Í tí kristna kærleikans navni, kann tað verða eitt vandamikið hugtak, at kasta sannleikan yvirborð. Tað er ikki nøkur gongd leið. Uttan stríð kann sannleikin ikki varðveitast.

Men í øllum og gjøgnum alt skulu vit hava ein inniligan kærleika til hvønn annan. Kærleikin er ikki tann, sum letur sær alt lynda. Hann er fyrigevandi! Uttan hann kunnu vit ikki liva. Kærleikin er lívsnervin millum teg og Gud, og millum teg og tíni systkin.