1. okt, 2018

Liva nær Jesusi

Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum - fyri at verða sædd av teimum! (Matt, 6, 1)

Tá Jesus sigur við lærusveinar sína, at teir mugu ansa sær, so er tað ein verulig grund til at taka tað til eftirtektar. Hann kennir veikleikarnar í lívi tínum, nógv betur enn tú sjálvur. Hann veit hvussu skjótt títt andaliga lív kann enda sum lutaleikur. Tú livir ikki longur fyri Gudi, men fyri eygunum á menniskjum. Títt lív er blivið eitt hylkið við ongum innihaldi.

Tað eru góðar grundir til, at eina grundiga sjálvrannsakan stendur fyri durum. Tað er ikki gamansleikur ikki at blíva greiður yvir sína støðu, fyrr enn á dómadegi. Tá er tað ov seint, at venda um.

Eitt gamalt orðatak sigu soleiðis: “Eitt menniskja er so sum tað er, tá tað er heilt aleina”.

Gud sær ikki á sama hátt sum eitt menniskja. Hann spyr ikki eftir orðum, men eftir kraft. Er tað dygd í hjarta tínum fyri tí fatan tú hevur um teg sjálvan og tað, ið onnur menniskju halda um teg?

Stórur vand er fyri, at aftanfyri, hóast tann  kristna framburð ein førir fram, fjalir seg kanska eitt kalt og deytt hjarta. Vit hava so lætt við at blíva upptikin og fangaði av tí sjónliga, og tá blívur tað ósjónliga útihýst.

Kanst tú hyggja uppá teg sjálvan uttan at óttast? Ert tú ikki við hvørt noyddur til at spyrja: “Hvar standi eg í grundini?” Mást tú ikki saman við sálmaskaldinum siga: ”Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!” (Sl. 139, 23 – 24)

Harrin kennir alt. Til Hansara mást tú fara til. Tað er gott at vita, at ein er kannaður av Honum. Hann brýtur ikki tað brákaða rørið. Jesus vil leiða teg aftur til útgangsstøði.

Tað var tað, sum tú tókst ímóti fyri einki, Guds náði. Sjálvur visti tú, at syndin í tínum hjarta dýpi, og alt tað ónda, ið har inni var rópti til himmals. Tá kom Jesus ímóti tær við síni náði. Óuppiborin náði.

Tá var tað bert ein í øllum heiminum, sum tú vart upptikin av, og tað var Jesus. Ver nú verandi fyri ásjón Hansara. Liv lívið hjá tær har. Bert hjá honum kann títt andaliga lív blíva varðveitt frískt og sunt.