4. okt, 2018

Fyri Mína og tína skuld

- Eg, Eg eri tann, sum - fyri Mína skuld - striki út misbrot tíni og minnist ikki aftur syndir tínar. (Jes. 43, 25)

Um so er, at Guds orð skal verða nøkur hjálp, so er tað ikki nokk, at tú fatar tað við tíni vitsku. Tú mást eisini trúgva tí, ið Harrin hevur sagt. Tí, Gud leggur dent á, at hann ikki minnist tínar syndir, so skalt tú taka hendan undurfulla boðskap til tín.

Vit hava mangan hug til at halda, at vit eru ikki vantrúgvandi, um so er, at vit ikki avvísa Harrans orð. Men tað er skeivt. Møtir tú ikki orðinum í trúgv og áliti, so er tú ein vantrúgvandi. Tekur tú ikki ímóti Orðinum, so blívur tað ikki til frelsu fyri teg, men til dóm.

At hoyra Guds orð ávirkar okkum antin herða vit okkum ella er tað til lív. Tað er eisini galdandi fyri hansara góðu lyftir. Mong blíva herd tá tey hoyra, at Gud ikki minnist teirra syndir. Tey kunnu hoyra og hoyra, men tey fata einki. Guds orð er uttan frukt. Tað blívur ikki tikið ímóti. Tí skapar tað ikki tað gleði, sum tað eigur at gera.

Tá Gud sigur, at hann ikki minnist tínar syndir, so er tað synd ímóti honum, um tú ikki hevur álit á honum. Ja, tað er einki minni enn, at gera hann til lygnara. Tað eigur tú ikki at gera. Lat heldur hetta undurfulla orði bera frígering inn í hjarta títt! Harrin hevur loyst teg frá øllum tí, ið tú hevur gjørt. Sum gávu hevur hann givið tær alt tað, sum Jesus hevur gjørt.

Tí skalt tú ikki órógvast av tí, tá minnini um syndina kemur fram. Tú skalt ikki lata huga tín læsa seg fastan um gomul minnir, og heldur ikki hugsa um, hvussu tú kemur at standa fyri Guds dómstóli. Heldur eigur tú, at halda teg til Guds orð. Tú skalt siga við teg sjálvan, at tað sum Gud ikki longur minnist, tað eigur tú heldur ikki at minnast.

Gud hevur gloymt tað, ið hann hevur lagt afturum bak. Tí eigur tú eisini, at gera tað. Hoyr heldur tað, sum  Harrin altíð minnist til: “Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga!” (Jes. 49, 16)

Harrin veit um teg sum ein syndara, sum er myndaður í hansara hondum. Jesusar naglamerkt hendur er vitni um, at tað er gjørt upp fyri allar tínar syndir. Jesus møtti teimum á Golgata. Tí kemur tú ikki til, at møta teimum aftur. Harrin kemur ímóti tær við síni náði.