7. okt, 2018

Legg út

Tá fór Hann inn í annan bátin, tann hjá Símuni, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi. So settist Hann niður og lærdi fólkið úr bátinum. (Luk. 5, 3)

Tað var ikki tað nógva Jesus bað Pætur um, at gera fyri seg. Bert tað, at rógva eitt lítið sindur út frá landi, so Jesus kundi seta seg niður, og læra tað stóru fólkamongd, sum var inni í fjøruni.

Pætur gjørdi tað, ið Jesus bað hann um.

Mong kristin vilja blíva brúkt av Gudi. Tey vilja gjarna seta spor eftir sær, men tey halda ikki, at Harrin leiðir tey inn til týdningarmiklar uppgávur. Alt virkar so lítilsvert og gerandisligt. Tí halda tey seg aftur.

Tá Harrin kallar, tá hyggur Hann eftir trúskapi í tí smáa. At vitja sjúk og gomul er ein gerningur, sum sýnist lítilsverdir, men Jesus vil nokk taka hann fram á dómadegi.

Hvat er stórt í Guds ríkið? Tað er at taka ímóti Jesusi.

Hvør ger tað?

Tað er tann, sum tekur ímóti einum barni fyri Jesus skuld. Í menniskja eygum var Jesus ikki av stórum týdningi. Hóast tað, so barð Hann uppá alt tað himmalska ríkidømi. Á sama hátt er tað við tí tænastu, sum Hann kallar okkum til. Hon kann virka lítið ásýnilig. Hóast tað, so inniheldur hon eitt ríkidømi so stórt. Gjøgnum tænastuna kemur Jesus sjálvur okkum til hjálpar.

Í dag kemur Jesus inn í bátin hjá tær. Tað kann verða, at Hann biður teg rógva eitt líti petti út frá landi. Tað er ikki tað stóra Hann ynskir av tær. Men Hann treingir til tína hjálp.

Hjá Pætur bleiv tað lýdni í tí smáa, sum førdi til teir stóru og ríku gerningarnar, sum eru kendir av øllum kristnum í heiminum. Tað førir títt lýdni kanska ikki við sær. Men hugsa um, at vera til gagns fyri Jesus! Øll tænasta fyri Hann er stór. Á ongum sinnið kemur tú til at angra, at tú fórt í tænastu fyri Harran.

Samstarvi hjá mongum í Guds ríkið, hava vist mangan ikki veri so ásýnligt, men hava verði fjaldar súlur. Tað er vist mangan so, at eingin leggur tað til merkis, men tey eru kend av Jesusi. Tey vóru ikki ov stór til, at fara í tænastu fyri Harran í tí smáa.  

Spyr Jesus um, hvat tú skalt gera. Gev eftir fyri Honum og tæna Honum. Tað er vegurin til vælsignilsi!