8. okt, 2018

Til gávis

...og Gud hevur givið tær sum gávu allar teir, ið við tær eru í ferðini. (Aps. 27, 24)

Tað vóru 275 menniskjur, sum bjargaðu lívinum, av teirri grund, at tey høvdu Paulus við umborð. Sjálvt um hann var við sum fangi, og ávegis til Rom, so hevði hann størri týdning enn kapteynurin, stýrimaðurin og alt mannskapi til saman. Hann kendi bønar vegin til Gud.

Í 14 døgn við stormi hevði Paulus ikki bara biði fyri sær sjálvum. Hann hevði eisini biði fyri øllum teimum, sum vóru saman við honum á ferðini. Og Himmalsins Gud hevði hoyrt bønir hansara. Paulus skuldi fáa tað hann bað um. 275 menniskju skuldu blíva bjarga.

Eg og tú eru saman við okkara medmenniskjum inni í einum stormi, sum vit eiga, at bera ótta fyri. Andadráttur óndskaparins er fúsur til álop. Nógv niðurbrótandi megi er longu sett í verk, og vit kunnu vanta enn fleiri. Vit kunnu ikki lata vera við at spyrja: Hvussu kemur endin at síggja út?

Vit ilskast tá vit hoyra, at tað verður traðka á tey kristnu. Tað sárar okkum, tá vit hoyra um nøkur av teimum, sum skuldu hava veri okkara leiðbeinarar og hirðar ganga undan í tí. Tað er samanhang millum sá og heyst í menniskja lívinum, og tað er Gud, sum situr á trónuni sum tann rættvísi dómari.

Í eini slíkari støðu er tað so lætt, at hugsavna seg um sína egnu støðu, og um støðuna hjá sínum kæru. Tað støðu var Paulus ikki í. Hann bað fyri øllum teimum, sum vóru saman við honum á ferðini. Í tí sterka storminum gekk hann í fótasporunum hjá Frelsaranum. Hann hevði samkenslu við teimum, sum vóru illa fyri og sum vóru uttan hirða.

Eisini okkara fólk eru mitt í synd og neyð og tó elskaði av Gudi. Tað finst ikki eitt tað einasta menniskja okkara millum, sum ikki eru keypt dýrt við Jesusar blóði. Stríði í Getsemane stríddi Jesus fyri øll menniskju.

Vit eru á mangan hátt rík. Ættarfólk okkara hava givið okum stórt mentanarligt ríkidømi, og materiellar ágóðar hava vit  sum fá her í heiminum.

Hóast ta, so eru vit fátæk. Fólk okkara er í stórari andaligari neyð. Oyðileggjandi kreftir, sum vilja  spjaða okkum og hótta okkum innanífrá. Tað er tørvur á forbiðarum.

Gud gav Paulus 275. Hvussu mangar gevur hann tær, um so er, at tú fært tey, sum tú hevur biðji fyri?