10. okt, 2018

Guds dýrd

...fáa tit ikki alt tað bannlýsta burtur frá tykkum, so verði Eg ikki við tykkum longur! (Josva 7, 12)

Gud tolir ikki kávalæti.

Tað bannlýsta má ruddast av vegnum, annars vil Harrin ikki verða við tykkum.

Kæra sál, er tað nakað í tínum lívið, sum er bannlýst? Eitt líti sindur ella nógv? Ert tú før fyri at opna allar hjarta dyrnar, og lata Gud sjálva sleppa at gjøgnumganga tað alt samalt?

Og ert tú so tilreiðar til, at taka alt tað burtur, sum er bann?

Eisini í dag ljóða orð hansara, við sama álvara til tín: “...fáa tit ikki alt tað bannlýsta burtur frá tykkum, so verði Eg ikki við tykkum longur!”

Ein álvarsom støða, at koma í, um Gud skuldu tikið seg aftur. Ein stór ólukka og ein óhugaligur tómleiki. Lat heldur tað ónda fara. Tað er tað bannlýsta, ið er títt forbannilsið.

Tann dag tú ruddar tað av vegnum, so vil tú merkja tað, sum um, tú er ert settur í frælsi av nýggjum, nakað ónt er tikið burtur, nakað sjúkt er lekt.

Og so vil Gud fylla títt hjarta við síni dýrd.