11. okt, 2018

Harrans vegur

Men Farao svaraði: "Hvør er HARRIN, sum eg skuldi aktað og latið Ísraelsmenn farið! Eg veit einki um HARRAN, og eg lati heldur ikki Ísraelsmenn fara!" (2. Mós. 5, 2)

Tá í vit eru á Harrans vegi, so eru vit sannførd um, at Gud ruddar allar trupulleikar av vegnum. Men so er ikki. Beint mótsett. Mong kristin hava uppliva, at jú longri tey eru kominr fram á Harrans vegi, tess fleiri og størri gerast trupulleikarnir.

Móses ivaðist um tað uppgávu hann hevði fingið. Hann drálaði, men Gud fekk hann hóast alt til, at fara til Farao. Móses segði tað, sum Gud hevði álagt honum at siga. Men Farao var  óhoyriligur. Við spottandi málburði segði hann, at hann ikki kendi Gud. Og hann var á ongan hátt tilreiðar til, at lurta eftir honum. Orð Mósesar førdu tí til, at trælaarbeiði gjørdist enn harðari fyri ísraelittarnar .

Mong kristin eru eins og Ísraels fólk, tí tey geva upp í slíkum viðurskiftum. Alt ov skjótt blíva tey eingi við seg sjálvan, at tey egna seg ikki til at vera á Harrans vegi.

Vit hava nógv, at læra Mósesi. Hann vendi sær til Harran og legði alt fram fyri hann. Og Gud fór ikki burtur frá tænara sínum. Hann styrkti hann, við at endurtaka orðini. Lyftini frá Gudi legði Móses á sítt hjarta. Tá bleiv alt annarleiðis fyri hann. Ikki í tí ytra. Tí støðan var nógv verri enn áður. Men hann trúði, og tí kundi hann, hóast trupulleikar ganga fram í Harrans megi.

Í dag liva mong í træla landinum. Tey eru mynda og ávíst til nakað annað, men djevulin heldur teimum í trældómi. Tað er so at siga ógjørligt, at tey blíva frelst. Tú hevur bøna og biðji, men hóast tað, so hendir einki. Tá høvi beyðst til tað, hevur tú so roynt at siga eitt orð, skriva eitt bræv ella givið eina bók, men uttan úrslit. Av og á hugsar tú, at tað blívur enn verri.

Vit hava ikki nakað garanti fyri, at vit kunnu leiða nakran til frelsu. Hóast tað, so mugu vit heldur ikki gevast. Alt kann síggja so vónleyst út, men tað er tað hóast alt ikki. Vit hava við Gud at gera, og fyri hann er einki ógjørligt, tí hann hevur almakt.

Troyttast ikki. Søk Harran. Hann skal taka fat um støðuna.