14. okt, 2018

Hann sum byrjaði

Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists. (Fil. 1, 6)

Frágreiðingin sigur okkum um nógv, sum er byrja, men ikki fullført. Nøkur bygningsverk blivu á ongum sinnið liðug. Lesandi byrjaðu at læra til eitt hvørt, men rukku ikki á mál. Mangar staðir kunnu vit síggja restir og toftir av mongum góðum royndum, sum ikki blivu til nakað. Sjálvgjørt er ikki altíð vælgjørt, eins og orðatakið vil vera við.

Við slíkum hugsanum og hugburði eru tað vist mong, sum halda seg aftur fyri at blíva ein kristin. “Eg kann á ongum sinnið klára tað”, eru tað vist mong, sum siga, onnur skelva tá lívsins royndir skola inn yvir lív teirra. Eri eg nú førur fyri at halda fast í Gudi? Evangeliið vendur eygum okkara ein annan veg. Frelsa og varðveiting er ikki mítt verk og gerningar.

Hann, sum byrjaði, tað var ikki tú. Tað var Kristus. Tú heldur kanska, at byrjanin var veik í lívið tínum, men ikki hjá honum. Hann tók um teg við sínum sterka favn takið. Og hann er førur fyri at halda tær fast.

Hann sum byrjaði....” hann skal venda huga okkara móti sær. Á hvønn hátt byrjaði hann? Hann kom við náði, við syndanna fyrigeving og uppreisn, friði og gleði. Tað var so gott og so trygt. Hvat var tað, ið hendi? Lív títt byrjaði, tá hann fekk loyvi til, at byrja. Tað var ikki tú, sum fekst tað í lag. Hann gjørdi tað, og tað bleiv ein góð byrjan.

Men hann, sum byrjaði, Kristus, hann hevur lova, at hann eisini vil fullføra tað, sum hann byrjaði. Hann hevur megi til tess, og hann vil brúka hesa megi. Hann hevur sagt, at hann vil ikki sleppa tær og ikki fara frá tær. Eingin makt er før fyri, at ríva teg úr hondum hansara.

Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað!