16. okt, 2018

Jesu sinnalag

Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi! (Fil. 2, 5)

Eingin kann samanlíknast við Jesus. Alt Hann var og alt Hann gjørdi, var serstakt. Á allari síni ferð opinberaði Hann Gud Faðirin. Eingin er eins og Gud segði Móses. Men hóast tað, so bleiv Hann eins og vit í Kristusi, fyri at Hann kundi blíva okkara varamaður. Bert Hann samráddist við Gud um okkara frelsu og uppreisn fyri okkum. Men hetta er ikki alt, sum Skriftin vil geva okkum innlit í.

Jesusar lív og gerningar eru eisini sett fram sum ein fyrimynd fyri at fylgja Honum eftir. Vit eiga at læra av Honum. Ikki eins og tey, ið royna, at vera ein eftirlíkning, ikki bertvlíðin móti boðum og fyriskriftum. Nei, tað stingur nógv djúpari, heilt inn í tað innara menniskja. Tað er sinnalagi, sum skal endurspegla Kristus í okkum.

Tað sinnalag, sum Jesus vísti, var so heilt øðrvísi enn tað, ið vit síggja í dag. Hann vísti áhuga og umhugsni fyri teimum, sum lívið hevði veri hart ímóti. Hann brúkti ikki hóttanir fyri at fáa sín rætt, men var tilreiðar at líða órætt. Hann var ikki sniðfundigur, men var sannleikin. Hann gjørdi sær ikki ómak fyri at blíva stórur og av týdningi. Klárt og tíðliga held hann seg burtur frá tignarstøðum, men legði dent á, at tæna øðrum og at vera teimum til hjálp og uggan.

Tá Hann frelsti okkum, tá tók hann tað lægsta plássi, tók tað tyngstu byrðuna, og tað harðastu líðinginar. Hann var ein, ið tók ábyrgd fyri vinir sínar. “Er tað tá eftir Mær, tit leita, so latið hesar fara!” (Jóhs, 18, 8) Hann hevur biðji okkum um, at læra av Honum.

Vit eru kallaði til, at seta okkum sjálv til síðis. Hugsa um onnur, og ikki okkara egna besta. Á tann hátt kunnu vit verða ein hjálp fyri okkara systkin í Harranum. Í tí dagliga virkseminum skulu vit vísa Kristi sinnalag, og á tann hátt undirstrika vitnisburðin um Kristusar frelsuverk.