26. okt, 2018

Tað er fullgjørt

Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar. (Jes. 43, 25)

Tað eru misgerðir, sum tú á ongum sinni átti at hava gjørt. Tað er tað, ið ger teg til lygnara. Tí roynir tú at halda tað fjalt. Tú dámar ikki, at onnur skulu síggja hvussu tú í grundini ert. Tú hevur eina kenslu av, at um so, at tað hendir, at tú blívur avdúkaður, so vil tí missa virðing millum manna.

Tað er ein ring  hugsan hjá einum menniskja, at alt liggur nakið og bert, fyri eygunum hjá Harranum, og at tú skalt standa til roknskap hjá honum, tað er tann verra søkin.

Á hvønn hátt vil tað gangast?

Tað er ikki gott, at møta Gudi við synd, sum ikki er fyrigivin. Men hví skal tú gera tað, tá Gud leingist eftir at strika allar tínar misgerningar.

Bjóða Jesusi inni í títt harða og óreina hjarta. Játta allar fjaldar syndir fyri honum. Hann vil strika tær. Ikki ein tann einasta synd verður eftir, tá hon er dekka av blóði Jesusar.

Tað er løgi at hugsa sær, at tú minnist nakað, sum Harrin hevur gloymt. Men á hendan hátt er tað við Guds børnum. Tú minnist syndir og føll. Eins og ein skuggi kunnu syndir og føll fylgja tær alt lívið. Tá tey av og á stinga høvdi fram, ja, so kanst tú enn kenna ákærurnar frá teimum.

Men hjá Gudi er tað annarleiðis. Tað, ið hann hevur strika, minnist hann á ongum sinnið aftur. Tað, sum beint er fyri, kemur á ongum sinnið fram aftur. Hann minnist tað ikki.

Vit undrast mangan á, tað megi, sum er í blóði Lambsins. Ein órein og skitin sind veður hvít sum kavi. Tað, sum lá í skelja sorlið, er blivið heilt aftur. Tú verður førdur fram, eins og eitt menniskja, sum á ongum sinnið hevur synda.

Mong halda, at Gud fyrigevur okkum fyri okkara egnu skuld. Men stríð og samvitskubit eru tengt at hesi fatan. Tað ger náðina ótrygga. Áhaldandi mást tú spyrja: Er tað so, at Gud kann sletta mínar syndir? Tann spurning kanst tú sleppa undan at seta tær. Heldur átti tú at spurt: Er Jesus so, at hann vil strika allar mínar syndir, og at tað finst náði fyri meg – So ert tú fríur fyri, at vera í iva um svari. Hann hevur sjálvur givið tær tað. Tá hann rópti: “Tað er fullgjørt”!