30. okt, 2018

Leyskeypt

Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum... (Gal. 3, 13)

Tað er so mangt vakurt við jólaboðskapinum, og vit gera eisini rætt í, at dvølja við tað.

Men vit eiga heldur ikki at gloyma, at jólanátt vóru Jesusar fyrsta fet á hansara eyðmýkjandi gongd her á jørð. “Orði bleiv kjøt!”Hann bleiv fátækur, tá hann var ríkur!” “Hann bleiv gjørdur til synd fyri okkum!” “Hann bleiv banning fyri okkum!”

Tað var eingin hugni Jesus kom til, men tað var ein dýrd, ið hann kom frá. Og tann heimur, hann kom til, tók ikki ímóti honum, hvønn dag hann livdi her í heiminum, var ein líðing fyri hann. Og til síðst, bleiv hann negldur til tað forbannaða træið, sum ein brotsmaður.

Men júst hesa ræðslu vísir stórleikan í jólaevangeliinum, tí at so høgt elskaði hann menniskjuni, at hann vildi ganga innundir teirra viðurskifti fyri at frelsa tey. Og júst tað, at hann vildi sjálvur, og vildi blíva til banning, so keypti hann okkum fríð frá lógarinnar banning. Tí hann tók straffina, so at vit kundu ganga frí.