5. nov, 2018

Harrans leiðir

Allar Harrans leiðir eru kærleiki og trúskapur fyri teimum, ið halda sáttir hans og boð hans. (Sl. 25, 10)

Mong kristin kunnu ikki fata, at tað finnast gøtur í Guds ríki. Tey halda, at Gud bert hevur vegir. Tá tey møta trupulleikum, so halda tey, at Gud er farin frá teimum. Tá kemur Sátan og freistar tey til mótloysi og beiskleika.

Men Gud hevur vegir, og hann hevur eisini gøtur. Tað ger hann greitt í sínum orði. Við hvørt leiðir hann teg á vegnum, har tað ikki er trupult at syngja lovsangir. Og til aðrar tíðir er tað ikki so. Hetta er ikki lætt at fata, men tá mást tú trúgva honum, vegna orð hansara.

Tú skalt geva gætur eftir tí, ið Harrin sigur: “Allar Harrans leiðir eru kærleiki og trúskapur.” Tað stendur ikki, at tær flestu eru tað. Nei, á teimum øllum møtir Gud tær við miskunnsemi og trúfesti.

Tað stendur heldur ikki, at tað er galdandi fyri øll menniskju. Tað er bert galdandi fyri tey, ið halda hansara sáttmála og vitnisburð. Tí kann lyfti ikki umfata tey, sum ikki hava tikið ímóti honum.

Hevur tú tað á hendan hátt, so má eg spyrja teg sjálvan: “Hvat vil tað siga, at halda Guds sáttmála og vitnisburð”?

Tú mást ikki fara skeivur av lógar sáttmálanum og náðar sáttmálanum. Eingin er førur fyri at halda lógar sáttmálan. Tí sendi Gud son sín í heimin, sum sáttargerðarmaður og varamaður. Gud gjørdi ein nýggjan sáttmála. Tað er náði sáttmálin, sum tú ert undir, tá í tú trýrt á Jesus. Gjøgnum sítt heilaga og litaleysa orði vitnar Gud um um Son sín, sum hevur uppfylt lógina í títt stað.

Er tú ein av Harrans fátæku smáu, og sum søkir náði og fyrigeving í Jesusi, tá ert tú undir Guds náði sáttmála. Og Gud tekur sær av tær á ein hvønn hátt.

Á teimum trongu og myrku gøtunum, har møtir hann tær við miskunnsemi. Møguliga sært tú tað ikki í dag, men í Harrans tíma, tá skulu eygu tíni opnast og tú manst siga. “At eg má búgva í Harrans húsi allar mínar lívsins dagar, fyri ástríki Harrans at skoða og grunda í templi hans.” (Sl. 27, 4)