9. nov, 2018

Mistreysti og lívsmót

Lovsyngið, tit Himlar, fegnast, tú jørð! Tit fjøll, skerið í gleðiróp! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, og hinum ørmu Sínum vísir Hann miskunn. (Jes.49, 13)

Himmalin skal rópa av gleði, og jørðin fegnast og fjøllini skera útí gleðiróp, tí Harrin uggar sítt fólk, hann miskunnar teimum hjálparleysu.

Her møta vit Guds stóru áheitan til okkum øll: “Tí Harrin uggar sítt fólk, hann miskunn teimum hjálparleysu.”

Tað er ein sannroynd, at Gud vil miskunna teimum hjálparleysu. Tað vísir søgan hjá jødunum – og tað vísir ikki minst innihaldi í NT, har frelsu søgan hjá Jesusi verður opinberað fyri okkum. Tað er so sanniliga góð grund fyri at gleðast og fegnast.

Men hygg so eftir, hvat Jesaja hevur lagt afturat í v/14. Hann kennir lindi í menniskjanum og veit, at tað er ikki langt frá áheitan til gleði – til næstu løtu við eygunum vend niður og siga: “Gud hevur gloymt meg, Gud hevur sviki meg:”

Lívsmót og mistreysti eru mangan so nær uppat hvørjum øðrum, at tey skjótt kunnu bíta pláss. Fyri at tarna menniskjum at koma í sjálvsveiggj, so tekur Jesaja tvær myndir fram.

Tann eina er móðurkærleikin, sum vit lesa í v/15, sum er nakað av tí størsta her í heiminum. Ein mamma vil altíð hava sítt barni í huganum, og altíð vil tað virka í henni á ein ella annan hátt. Hvar er mítt barn, og hvussu hevur tað, tað? Vit kunnu vist øll nikka játtandi til hesa mynd.

Tað næsta myndin er í v/16, er eitt par av hondum, har hvørt eitt menniskja er mynda í við blóði. Myndin ger okkum varan við tær naglamerktu hendurnar hjá Jesusi, sum máttu rættast út móti einum fólki, sum glatan stóð fyri durum, og sum áhaldandi eru rættar út móti tí einkulta. Hygg hetta havi eg gjørt fyri teg!” Ikki so undarligt at ápostulin Tummas mátti siga fyri munni sínum: "Harri mín og Gud mín!" – aftaná hann hevði sæð tær naglamerktu hendurnar, sum søgdu frá, at alt er gjørt tilreiðar til frelsu okkara.

Hygg so her, her hava vit tvær myndir, sum eigur at fáa okkum til, at vera kvirr um, at Gud hevur gloymt meg ella sviki meg. Nei, tann hægsti kærleikin, sum hevur goldið tann hægsta prísin, kann ikki svíkja tann hjálparleysa, sum bert kann rætta tær hjálparleysu hendurnar fram.

Nei, lat okum taka ímóti áheitanini frá Gudi og lovsyngja honum, hann hevur tað uppiborið.

“Eg skal takka HARRANUM av øllum hjarta mínum, kunngera øll undur Tíni, gleðast og frøast í Tær, lovsyngja navni Tínum, Tú hin hægsti - tí fíggindar mínir víkja, falla og ganga til grundar fyri ásjón Tíni.” (Sl. 9, 2 – 4)

Henda andaktin er sprottin av teirri grund, at ein bróðir í Harranum ringdi til mín, og segði mær frá, at hann hevði fingið ein ordans brest, vegna tað, at eitt ella annað keðiligt var hent inni í familjuni. Tá ein limur líður, so líða allir hinir við. Hvønn skulu vit fara til? Vit eiga bert tann eina, at fara til. Okkara Harra og Frelsara Jesus Kristus.