23. nov, 2018

Tín dári

Men Guð segði við hann: »Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?« v21  Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði.« (Luk. 12, 20 – 21)

Øll hava vit eina trongd í okkum, til at eiga eitt hvørt. Eitt ella annað ríkidømi mugu vit menniskju hava. Og trongdin førir okkum tann vegin, ið vit halda, at heimsins ríkidømi er at finna. Nøkur meina, at tey kunnu finna gleðina í pengum, hugnaði, makt, æru, list ella eitt hvørt annað.

So arbeiða menniskju fyri at fáa sær hetta ríkidømi. Og Gud hevur einki ímóti, at menniskju eru fús til at arbeiða, og eru ágrýtin til, at fáa sær tað tey hava brúk fyri. Men hann veit, at tað eru mong, sum taka feil av teirra ríkidømi, sum tey sóknast eftir. Gud sær, at tá menniskju eru so upptikin av at fáa sær tað jarðiska ríkidømi, so gloyma tey heilt tað himmalska.

Tað er tað, sum Jesus minnir okkum á í ørindinum, sum vit byrjaðu við. Hann vil vísa okkum á, hvussu fátækt vit menniskju eru, sum ikki er ríkt í Gudi! Hann ger tað við at minna okkum á, at vit eru illa stødd, tá deyðin tekur ognina frá okkum, og vit ikki hava annað enn jarðiskar skattir, so er tað jú onki annað eftir.  

Ríkidømi í Gudi er har afturímóti tað størsta og besta, eitt menniskja kann fáa lut í. Hann er her sjálvur og bjóðar okkum, at hann vil vera tín og mín ogn. Hann er fúsur til, at koma inn í okkara fátæka lív, við sínum ríkidømi av kærleika, gleði, friði og mongum øðrum. Ja, hann vil sjálvur seta búgv í hjørtum okkara og fylla tey við síni sælu.

Tá Gud blívur okkara ríkidømi, so vilja vit umframt tað, fáa, tað vit hava brúk fyri av jarðiskum lutunum. “Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.” (Matt. 6, 33), hevur Jesus lovað.

Arbeiði á tann hátt, at tit blíva rík í Gudi!