24. nov, 2018

Álit á Harran

Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni. (Jóhs. 7, 38)

Tað er ikki av tilvild, at tú ert føddur. Tá Gud myndaði teg, tá hevði hann eina ætlan við lívið tínum. Hann vildi, at tú skuldi liva til hansara æru og verða til vælsignilsi fyri onnur. Tí mást tú ikki taka lívið í egnar hendur og gera teg til harra yvir tí. Gert tú tað, so vil tað miseydnast. Ætlanin við lívi tínum kann bert fullførast um so er, at tú vilt liva eftir Guds vilja, og at vera í ætlan hansara.

Orði, ið vit byrjaðu við inniheldur Guds dupultu ætlan við lívi tínum. Frelsa og tænasta. “Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.”  Tað er, so statt Guds góða ætlan við lívið tínum! Tað vil so siga, at tá tú leggur lív títt í Guds hond og tekur ímóti Jesusi Kristi sum tínum frelsara, so fært tú lut í frelsuni. Tú fært fyrigeving fyri allar syndir tínar, og tú fært loyvi til, at byrja av nýggjum, ja, eitt nýtt lív saman við Jesus. Gud hevur nú tikið ábyrgdina av lívið tínum. Sum barn hansara hevur tú nú fingið frið og kanst liva í tryggleika. Hann hevur dagliga umsorgan fyri tær.

So statt, mást tú nú lova, at tæna honum og, at vera til vælsignilsi og gleði fyri tíni medmenniskju. Nú hevur tú nakað, at geva til onnur, nú kanst tú luta Guds kærleika við næsta tín. Tí nú geldur lyfti teg: “Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.”  Í tær sjálvum hevur tú onki at geva til onnur, men nú vil Jesus geva tær alt tað, sum tú hevur brúk fyri í stórum nøgdum. Tað stendur ikki “dropar av livandi vatni”, - tað stendur “streymar av livandi vatni”!

Fyrst, tá tú hevur tikið ímóti frelsuni og tíni eygu eru opnaði fyri ríkidøminum í tænastuni, tá vilt tú uppliva, at tað gevur lívinum meining og ger tað vert at liva.