25. nov, 2018

Hvør er Harri tín

Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir. (Róm. 1,22)

             Havið verið mong ár á sjónum, og við mongum skipum, men bert við einum, har sunnudagur var hildin. Sunnudag eftir døgurða var lisin lestur og sungið - allir hjáptu til. Bønin, sum er andadráttur hins trúgvandi, var heldur ikki gloymd. Hetta várið, eg var við hesum línubáti undir Íslandi, var nógvur fiskur. Men tað, sum er tað mest undrunarverda, er, at vit fyltu skipið hvønn túr, men høvdu fleiri setur færri enn hinir bátarnir. Eg havi mangan hugsað um hetta várið við takksemi, men komið altíð til somu niðurstøðu: Tað var bert einum at takka fyri, okkara Harra og Frelsara Jesus Kristus eina.

Tey flestu gera sær eina mynd av Jesusi. Tann, ið kennir Bíbliuna,  heldur seg til tað, sum Jesus opinberar um seg sjálvan. Gera vit ikki tað, so verða vit fávitskut og byggja upp eina sjálvsmynd, sum hóskar best til okkara hugsunarhátt. Ártúsundir eru gingin, og støðugt fólk royna við vísund at kanna, um Jesus er til, og um so er, hvat hann meinar um bæði eitt og annað. Men gjøgnum allar hesar royndir eru hesi vorðin fávitskut. Teirra vitan hevur leitt tey á villini veg, og teirra vitan um Jesus er bert myrkur.

Mong royna at kanna, hvat finst eftir deyðan. Hví ikki fara í Bíbliuna, har Jesus hevur sagt mangt um deyðan og tað, sum er aftaná. Men mong vilja heldur trúgva “út úr likaminum upplivingar” heldur enn tað, ið stendur í Bíbliuni. Tann persónur, sum doyr uttan at hava rætt hendur sínar fram móti Jesusi, hann kemur ikki til Himmals, har tað er gott at vera, sigur Bíblian.

Tað eru víst mangir hættir, ið kunnu gera ein fávitskutan. Lættasti vegur er at avnokta Guðs Orð og gera sær sína egnu trúgv og andaligu leið, sum byggir á tað, ið vitið kann góðtaka. Nei, lat okkum velja ta vitan, sum Guð sjálvur gevur okkum, tí,  ”Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska.” (Orðt. 9,10)