27. nov, 2018

Tað reinsandi blóð

Børn míni! Hetta skrivi eg til tykkara, fyri at tit ikki skulu synda. (1. Jóhs. Br. 2, 1)

Synd skilir okkum frá Gudi. Tað er tann reina gift fyri eitt sunt og livandi lív saman við Jesusi. Tí roynir Sátan alt fyri, at fáa kristin menniskju at falla og at liva í synd.

Er ein kristin falli einaferð, so roynir Sátan alt fyri at fáa hann at gera tað aftur. Hann ynskir at syndin skal blíva ein vani. Tá tað fyrst er hent einaferð, so upplivir man, at tað kennist minni og minni vandamikið. Til endans trýr man, at man kann innrætta seg á ein slíkan hátt, við synd í lívinum og hóast tað, at verða ein kristin og í samfelag við Jesus.

Men tað gongur ikki. Um so er, at Jesus ikki fær loyvi til at skilja teg frá syndini, so skilir syndin teg frá Jesusi. Tí Frelsarin hevur goldið fyri tínar syndir, og hevur gjørt enda á Djevulsins gerningum. At synda er at tæna Sátan, og tú kanst ikki tæna tveimum harrum.

Á hvønn hátt kann ein kristin koma syndini til lívs?

Tað, sum er av stórum týdningi, er at viðganga sítt maktarloysi. Harnæst skalt tú geva gætur eftir tí, ið Jóhannes hevur skriva, fyri at tú ikki skalt synda.

Undan áminningina, um ikki at synda skrivar Jóhannes: “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” (1. Jóhs. Br. 1, 9)

Jesus Kristusar blóð er tann einasta móteitur móti syndini. Man kundi hugsa sær, at syndanna fyrigeving kundi elvt til eggjan til synd. Djevulin roynir jú eisini at freista, við at vísa til syndanna fyrigeving. Men kennir tú sannleikan í Guds náði, so veitst tú, at einki kann skapa sterkari hatur til syndina enn, at møta náði, omaná náði.

Tí er tað av stórum týdningi, at tú livir av og við Evangeliunum. Men um so er, at tú er bert upptikin av øllum tí, sum tú skalt vera og gera sum kristin, so vil syndin skjótt fáa valdi á tær. Kraftin í syndini er lógin, so sigur Guds orð.

Lógin kann vísa vegin, men tá tú roynir at fylgja henni, so kemur tú til at kenna, at syndin er ein livandi veruleiki.

Livir tú undir tí reinsandi blóðinum, so føðir Harrin við Anda sínum eina trongd í hjarta tínum. Í tínum hjálparloysi flýggjar tú til Jesus. Hansara náði er ein skjøldur móti øllum Djevulsins ørvum og álopum annars.